Upprunaliga var ætlanin, at 650 størv skuldu niðurleggjast á flogvøllinum í Kastrup, men endaliga talið er nú komið niður á 511.
Københavns Lufthavn boðaði fyrr í hesum mánaðinum frá, at 650 størv skuldu niðurleggjast orsaka av koronakreppuni, sum hevur sent alla flogvinnuna í eina søguliga kreppu.
Men eftir samráðingar við álitisfólk tvørtur um allar fakbólkar á flogvøllinum, er tað eydnast at fáa talið niður á 511 størv, og av teimum eru eini 200 sjálvbodnar fráfaringar.