Tað er nú greitt, at 52 grannaløg og býlingar í Tórshavnar kommunu fá stuðul frá kommununi til at halda ólavsøku fyri í ár.
Fyri at avmarka talið á fólki í miðbýnum, hevur Tórshavnar býráð róð fram undir at grannaløg og býlingr hildu ólavsøku hvør í sínum lagi og fyri at eggja teimum til tað, kunnu tey fáa 10.000 krónur í stuðuli.
Stuðulin kann brúkast til at leiga ymsa útgerð fyri og til at útvega tónleikarar, sjónleikarar, ella annað undirhald, fyri. Men hann kann ikki brúkast til mat og drekka, og hann verður bara goldin aftur ímóti eini kvitann, sum býráðið skal hava fyri, hvat pengarnir eru brúktir til.
Tá ið umsóknarfreistin var farin, hevði býráðið 56 umsóknir, men átta umsóknir vóru lagdar saman til fýra, tí talan er um grannaløg, sum liggja upp at hvørjum øðrum.
Sostatt hava 52 grannaløg nú fingið boð um, at tey hava fingið stuðul til at halda ólavsøku fyri, sigur Tórshavnar Býráð.