Tað vísa hagtølini frá Akstovuni fyri fyrstu átta mánaðirnar í árinum.
Higartil í ár hevur bilasølan verið munandi lakari enn í fjør. Men av teimum 818 persónbilunum, sum eru seldir í ár, eru 478 teirra elbilar. Tað vil siga, at tað eru seldir 138 fleiri elbilar enn beins- og dieselbilar.
Tað verður tó ein løta, áðrenn elbilarnar á føroysku vegunum verða fleiri enn brennievnisbilarnir.
1. august vóru skrásettir 2.120 elbilar av teimum 27.978 persónbilunum, sum eru í Føroyum. Tað merkir, at elbilarnir eru 7,6 prosent av øllum persónbilum í Føroyum.
Tað er ein framgongd upp á 1,7 prosentstig í mun til á nýggjárinum, tá elbilarnir vóru 1.642 í tali, sum svaraði til 5,9 prosent av persónbilunum í Føroyum.