Argjamenn eru av álvara við í kappingini um at vinna uppflyting í bestu deildina.
Í kvøld var AB í Sørvági. Líkindini vóru vánalig og spælið var einki at rópa hurra fyri, men tað kunnu tey á Argjum væl liva við. Týdningarmiklast var tað, at AB hevði øll stigini við sær suður aftur í høvuðsstaðin og út um brúnna.
AB vann 1-0, og hetta var sætti sigurin á rað í landskappingini hjá argjamonnum. AB hevur 17 stig fyri sjey dystir. Um tað fer at eydnast at vinna fulla úrtøku í útsetta heimadystinum ímóti teimum næstbestu í EB/Streymi, so verður AB á uppflytingarplássi.
Skála hevur 21 stig, og B71 hevur 18 stig. Bæði liðini hava spælt átta dystir. AB hevur 17 stig fyri sjey dystir. Útsetti dysturin ímóti EB/Streymi verður sunnudagin 12. mai. Hósdagin fer AB at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Sigursmálið í kvøld skoraði Luca Chadli longu í fyrsta minutti. Hetta var fyrsta máilð hjá 23 ára gamla eingilska álopsspælaranum, síðani hann fyrr í ár flutti til Argir at spæla fótbólt. Í kvøld var hann einasti útlendingurin millum teir fyrstu ellivu á AB liðnum.
Í 07 Vestur bíða teir framvegis eftir fyrsta stiginum. Næsti møguleikin hjá 07 Vestur at vinna stig verður annan leygardag, tá ið B36 verður mótstøðuliðið í Gundadali.