Myndin er frá 1994 í kurvastólinum í barndómsheiminum við Norðskála

Adelborg

Hvør Adelborg? Óneyðugt at spyrja, tí tað var bara ein, og eingin sum hon.

Myndin er frá 1994 í kurvastólinum í barndómsheiminum við Norðskála

Fødd var hon við Norðskála 29. jan. 1935. Bara 6 ára gomul misti hon elsta beiggja sín við Morning Star, og árið eftir fórst  pápin á útróðri. Mangan hevur Adelborg nevnt, hvussu stríggið og trongligt tað var, tí tey vóru 6 systkin og hon yngst.  Men longu tá dugdi hon at snúgva sær burtur frá sáru sorgini. Segði seg ikki hava annað val enn at koppa verunleikanum á. Dugdi ógemeina væl at herma og fekk soleiðis nógv uppmerksemi. Og hon dugdi at fáa okkurt burtur úr ringu støðuni. “Flettu teir, streyk eg millum kjallararnar í bygdini, tannleys og lespaði, at vit  hvørki áttu tálg ella kjøt.” Og tað gretti ikki, smágentan fekk “part”, og mamma hevði ikki minsta grunsul av, at eg gekk soleiðis. Vit liðu onga neyð, men eg vildi bara betra um tað, ið eg helt vera so ringt, - at hava mist Jógvan beiggja og pápa. “Heimalamb kraddaði eg mær eisini bara við soleiðis at kæra mína neyð.” Og so flenti hon so hjartaliga. Sjónleikurin var íborin.

 

Ung tænti Adelborg í Havn hjá Hans Hilmar Dam. Og hon hálovaði teimum, hvussu gott hon hevði tað har. Hon hittir klaksvíksdrongin Kristian Linkett, ið vit vanliga kallaðu Kiss. Hon royndi av øllum alvi at fáa Kiss at búseta seg í Sundalagnum við sær, men Kiss var klaksvíkingur við stóra K, so tað var av ongum. Á Kósini búðu tey fyrstu árini og fingu 3 synir.

 

Veturin 1966/67 kom lív aftur í Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Har gingu lærararnir Óli Dahl og Tummas Lenvig á odda. Eingin leikur hevði verið spældur síðani á norðoyastevnu í 1960, tá felagið setti “Hjá dalabóndum” á pall í fysikkstovuni í tá nýggja skúlanum á Ziskatrøð. Nú vandu tey annan kendan leik hjá Rasmusi Effersøe, Magnus. Sjónleikarfelagið fekk ovastu hædd í Føroya Banka á Fornagørðum, ið stóð óinnrættað og tóm, at spæla í. Og har kom lív í Adelborg, sum gamla gentan, Sunneva, ein roykstovusmetta. Og eftir henda leik kom sum frá leið rættiligt lív í leikpall í Klaksvík. Og Adelborg var forsprákarin og eldsálin. Hon spældi, sniðgav, seymaði, smíðaði, ja, dugdi alt. Kundi spæla allar rollur: ung, gomul, fitt, órein, streng og stramm. So dugdi hon eisini at syngja falskt  Hon var ein fongur og ein ótroyttilig drívmegi. Úr rúgvuni minnist eg leikir sum Fjalla-Eivind, Frankenstein, Sildarok, Jóa, Marcolfa, Landastrok, Fríggjarafløkjan, Brøðurnir Leyvuhjarta, Ongar blómur á grøvina, takk. Gylta liðið osfr. Eru tit greið yvir har norðuri, hvussu nógvar leikir tit hava spælt í øllum møguligum sjangrum umframt teitum og jólaleikum ? Har var einki óført. Ferðaðust eisini kring landið og spældu undir so nógv øðrvísi umstøðum. Nú er lagamanni at fara á palli í nýggja Mentunarhúsinum. Ongantíð havt so góðar leikligar umstøður. Men eldsálin Adelborg kom tíverri ikki at uppliva hesi frambrot. Heilsan gekk undan, og árini talaðu fyri seg. Komandi ár hevði hon fylt 90. Skemtaði, tá hon fylti 80, og heilsan enn var rímilig, at tá skuldi “90 ára føðingardagurin” við miss Sophie spælast á nýggja pallinum í føroyskum hami. Adelborg skuldi sjálvandi sita við endan og Óli Olsen spæla tolni og fólkaligi tænarin James. Her kann eisini skoytast uppí, at Adelborg spældi leikir við Havnar Sjónleikarfelag og Grímu. Í filmi sóu vit hana í Barbaru, Blue Bird og onkrum øðrum við.

 

Góða Adelborg. Tú hevði so nógvar dygdir og stórt hjarta. Hýsti leikarum allastaðni frá, ið komu til Klaksvíkar. Gomlu mammu tína hevði tú umsorgan fyri, og hevði hon góð ellisár hjá tykkum, har hon eisini lat eyguni aftur. Og tú vart trúføst á Norðoya Heimavirki, bregdaði og flættaði fjølbroytt bond og bant mangan troyggjubul, meðan tú las tínar sjónleikararollur. Og heimahjálpini dugnaði tú eisini eina tíð. So lítil og ferm tú vart, so fevndi tú øllum uttan so mikið sum at suffa, tá tú vart upp á títt besta.

 

Nú tú ert farin, minnast vit tínar dygdir í stórum takksemi. Takk fyri vinalag og alt, ið fylgdi við ígjøgnum mong ár.

 

Adelborg er komin at gylta liðnum og tjaldið er drigið fyri.

 

 

 

Poulina Slættanes

 

 

 

  

 

Myndin er frá 1994 í kurvastólinum í barndómsheiminum við Norðskála