Ætla sær ikki at halda tilmælini um koronu í kvøld

Annað jólakvøld er eitt av stóru veitslukvøldunum, og onkustaðni er almenn veitsla í alla nátt

Hesa seinastu tíðina hevur korona gingið sum ongantíð áður og í eini roynd at basa smittuni, er Landsstýrið komið við fleiri tilmælum til fólk.

 

Eitt av hesum tilmælum er, at skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 23. Onnur tilmæli eru, at í mesta lagi 100 fólk eiga at vera saman, tá ið øll hava koronupass, men hava tey ikki koronupass, eiga í mesta lagi 20 fólk at vera saman.

 

Annað Jólakvøld er eitt av ársins størstu veitslukvøldum, og tað er longu nú greitt at summastaðni ætla tey sær ikki at virða tey almennu tilmælini. Í hvussu so er, hava tvey skeinkistøð í Klaksvík kunngjørt, at tey har verður opið í alla nátt.

 

Eftir tí vit hava sæð, fara skeinkistøðini í Havn og í Suðuroynni at lata aftur klokkan 23 í kvøld - og summa staðni  er heilt lukkað.