Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 335 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 134.070 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 475 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 441 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru 34 fólk smittað í løtuni.
Eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við korona