Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Landslæknin sigur, at viðkomandi er smittaður í Føroyum, men í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu viðkomandi er smittaður.
Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 448 kanningar gjørdar og allar kanningarnar eru greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 259.984 kanningar í Føroyum.
Tilsamans hava 671 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 667 fólk staðfest frísk aftir, so nú eru tað trý fólk í landinum, sum hava koronu. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.