Aftur fleiri tilburðir av koronu í gjár

Nú eru tað 119 fólk í Føroyum, sum hava koronu

Í gjár vórðu 17 nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin sigur, at øll eru smittað í Føroyum og í 15 førum vita tey, hvussu  tey eru smittað. Men í tveimum førum er smittukeldan ókend.

 

Hetta merkir, at løtuni eru 119 smittað í Føroyum og 474 fólk sita í sóttarhaldið. Tað er eisini eitt fólk, sum er lagt inn á sjúkrahús við koronu.

 

Í gjár vórðu 1.759 fólk kannað fyri koronu. Í gjár vórðu eisini 229 fólk koppsett fyri koronu. Av teimum vóru tað 98 fólk, sum fingu ta fyrru sproyruna, og 129 fólk fingu ta seinnu. Samstundis vóru tað tvey fólk, sum fingu ta triðju sproytuna í gjár.

 

Nú hava 38.387 fólk fingið ta fyrru sproytuna og tað eru 71,7 prosent av fólkinum. Hinvegin hava 36.457 fólk fingið tvær sproytur, og tað eru 68,1 prosent av fólkinum. Og so eru tað eisini seks fólk, sum hava fingið tríggjar sproytur.