Aftur fýra tilburðir av koronu í gjár

Men teir eru allir í eini smittuketu, sum tey vita um

Aftur í gjár vórðu fýra nýggir tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Men hann sigur, at tey eru øll ein partur av eini kendari smittuketu. 

 

Seinasta samdøgurið eru 1.919 kanningar gjørdar , og allar kanningarnar eru greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 272.615 kanningar gjørdar í Føroyum.

 

Sostatt er staðfest, at 701 fólk hava fingið koronu í Føroyum. Av teimum eru 669 fólk frisk aftur. Higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum og tað merkir, at í løtuni eru 31 fólk smittað.