Í gjár vórðu tveir nýggir smittutilburðir av koronu staðfestir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin sigur, at báðir tilburðirnir hava samband við hvønnannan, men hinvegin er tað ikki greitt, hvør smittukeldan er.
Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 721 kanningar gjørdar og allar eru liðugt. Tilsamans eru nú gjørdar 296.144 kanningar gjørdar í Føroyum. Í løtuni eru sostatt 15 persónar smittaðir við koronu. 39 fólk eru í sóttarhaldi.
Tilsamans hava nú 760 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum er staðfest, at 744 fólk eru frísk afrur og higartil er eitt fólk deytt við koronu í Føroyum.
Í gjár vórðu 987 fólk koppsett fyri koronu. Sjúkrahúsverkið sigur, at 62 fólk fingu ta fyrru sproytuna og 925 fólk fingu seinnu sproytuna. Nú hava 25.856 fólk fingið fyrru sproytuna og tað eru 48,5 prosent av fólkatalinum og 15.617 fólk hava fingið báðar sproyturnar, og sostatt er liðugt at koppseta 29,3 prosent av føroyingum
Nú eru tilsamans 41.473 kopppsetingar gjørdar í Føroyum.