Sum løgmaður vísti á í sjónvarpsstovuni í D&V í gjár, um pensjónsaldur og tørv á arbeiðsmegi, so hava vit í dag tørv á arbeiðsmegi á mestsum øllum økjum. Tí er tað alneyðugt, at vit gera skipanir, sum eggja fólki at arbeiða, og tað er tað, sum uppskotið hjá Sambandsflokkinum gongur út uppá.
Tørvurin á arbeiðsmegi, kanska serliga innan heilsu- og røktarøkið, er her og nú - tí má handlast, og ikki bíðast eftir um pensjónsaldurin í 2042 verður 68 ár ella 70 ár.
Fleiri fáa rokning
Nú 2024 er farið afturum, eru tað fleiri pensjónistar, sum fáa eina rokning uppá fleiri 10.000 kr. frá almannaverkinum, tí tey hava verið til arbeiðis. Hetta er als ikki í lagið og eigur at verða broytt beinanvegin.
Tí er áheitanin frá Sambandsflokkinum á løgmann og samgonguna: ”Latið pensjónistarnar arbeiða, uttan at verða mótroknaðir.”
Tað kann gerast her og nú við at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, ið liggur klárt til støðutakan í Løgtinginum.
Bárður á Steig Nielsen
formaður Sambandsfloksins