Áku var komin væl upp í árini, 78 ár, men av lyndi og verumáta var hann so nógv yngri.
Hann var skemtingarsamur, men altíð meinaleyst skemt og altíð við tí góða orðinum. Altíð var hann fúsur at veita eina hjálpandi hond, har tørvur var.
Áku og eg vóru systkinabørn.Møður okkara vóru systrar, og vit búðu í sama grannalagi sum smádreingir Norðuri á Bakka, og eg gekk nógv inn til teirra, har eg altíð kendi meg væl - og helt meg altíð merkja kærleika fyrst og fremst frá Palmu mostur mínari.
Noðuri á Bakka var gott at búgva, serliga hjá okkum smádreingjum, tí har hendi so nógv.
Beint niðan fyri heim okkara var kain.
Vit veiddu seið úti á pirinum, kastaðu glúp á Kolbrúnni, klintraðu á luftbrúnni og spældu í sandrúgvuni, ið Grabbarin hevði lagt upp , og so varð partur av kaiini nýttur at spæla fótbólt á ta ljósu tíðina av árinum, og júst har kundu dreingirnir hjá Palmu og Einari vísa, hvør dugur var í teimum.
Góðar summardagar varð farið niðan í gamla svimjihylin at svimja, og eisini tað megnaðu teir til lítar.
Jú sanniliga dugdu vit at fáa tíðina at ganga, tvørturímóti rakk hon ikki til,og vit keddu okkum ongantíð.
Áku og eg plagdu at ferðast í Syðrugøtu hjá mostrini Lisu Malenu, har vit altíð fingu ein hjartaliga móttøku.
Ta einu ferðina fóru vit út um eingjargarðar, niður til Danmarkar at vitja Iu, ið er systir Áku, har vit høvdu nakrar frálíkar dagar í góðum veðri. Ein túrur, ið vit báðir Áku tosaðu mangan um.
At eg varð boðin við, var uttan iva tí eg skuldi kenna meg væl í mínari biologisku familjuni.
Heilt ungur fór Áku til skips, men tað vardi ikki so leingi, so fór hann í land aftur og fór í málaralæru. Eg plagdi at siga skemtiliga við Áku, at tað var ítrótturin sum dróg. Og satt at siga, so varð Áku ein fongur hjá ÍF at fáa, tí hann gekk upp í ítróttin við lív og sál og dugdi væl at fara við teimum yngru og menna teir.
Áku spældi fótbólt árið 1979, tá ið fuglfirðingar vórði føroyameistarar.
Á landsliðnum vóru eisini boð eftir Áku.
Áku málaði í fleiri ár, men seinna fór hann til kommununa at arbeiða, har honum dámdi væl.
Áku var familjukærur. Komst tú á tal við hann, so tosaði hann mangan um familjuna - konu, børn og abbabørn - tey hann livdi fyri.
So brádliga varð Áku raktur av herviligari sjúku. Í næstan tvey ár, stríddist hann móti sjúkuni, og alt varð gjørt fyri at bjarga honum, men tað bar ikki á mál, Áku tapti og mátti leggja árarnar inn - fjørðurin var rógvin.
Hann, ið øllum valdar, styrkir tykkum, ið stóðu honum næst í sorgini.
Minnini um Áku eiga tit mong og góð.
Skyldmaðurin og vinmaðurin
Signar