Alsamt fleiri børn ganga ikki í skúla

Fleiri og fleiri børn mistrívast í fólkaskúlanum og vilja ikki í skúla. Størri dentur má leggjast á sosiala trivnaðin í skúlanum, um gongdin skal vendast, heldur sálarfrøðingur, ið fer at granska skúlafráveru í eini ph.d. verkætlan. Kanningarnar hjá honum skulu taka útgangsstøði í barnsins sjónarhorni.

 

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Pætur Zachariasson var nýútbúgvin sálarfrøðingur, tá hann fekk arbeiði á Sernámi í 2021. Tað vísti seg skjótt, at fleiri av teimum børnum, sum vóru ávíst til at fáa hjálp frá Sernámi, høvdu ein felags trupulleika, sum var, at tey vildu ikki í skúla. Nøkur vóru bara í skúla við hvørt, nøkur vóru heilt givin at ganga í skúla. 

- Tað komu fleiri og fleiri av hesum tilburðum, meðan eg arbeiddi í Sernámi. Eg visti einki um hetta evni frammanundan. Á Sernámi var hetta ikki eitt ókent fyribrigdi, men nú er tað vorðið eitt av høvuðsevnunum, sum tey arbeiða við, sigur hann. 

Í Danmark eru 14% av næmingunum ikki í skúla meira enn 10% av tíðini, sum verður roknað sum longd skúlafrávera. Tøl úr Noregi og Svøríki vísa sama mun av fráveru. 

Ongi verulig hagtøl eru fyri, hvussu nógv føroysk børn ikki ganga í skúla ella bert eru í skúla onkuntíð. Føroysku skúlarnir skráseta fráveru hjá næmingunum, men skrásetingarnar verða ikki samskipaðar. Arbeitt verður við at gera eina felags skipan fyri skrásetingar, so Undirvísingarstýrið kann gera hagtøl, ið vísa samlaðu skúlafráveruna. 

- Vit hava ikki nágreinilig tøl, men vit hava greiðar ábendingar um, at støðan í Føroyum ikki er frægari enn í grannalondunum. Eitt er ávísingarnar til Sernám, sum eru vorðnar nógv fleiri seinastu árini. Eitt annað er tímarnir til heimaundirvísing, sum eisini eru vorðnir nógv fleiri, sigur Pætur Zachariasson. 

Næmingar hava rætt til heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing, tá teir ikki eru í skúla í meira enn tvær vikur. Í fjør játtaði Undirvísingarstýrið 9.300 undirvísingartímar til næmingar, ið ikki eru í skúla. Kostnaðurin fyri tað var 3,5 milliónir kr. Hetta er ein vøkstur uppá ikki minni enn 93% í mun til fyri fimm árum síðani. 

- Tað er eingin ivi um, at vit eisini hava skuggatøl, og at veruligu tølini tí eru uppaftur hægri. Umframt tey, sum ikki koma í skúla í fleiri mánaðir ella gevast heilt at ganga í skúla, eru eisini nógv, sum bara koma í skúla við hvørt. Samlaða fráveran hjá teimum kann verða rættiliga høg, men tey fáa ikki heimaundirvísing og verða tí ikki skrásett nakra staðni, sigur Pætur Zachariasson.   

Ein yvirskipaður trupulleiki

Sernámsfrøðiligar stuðulsskipanir flokka vanliga skúlafráveru í fýra kassar, sum verða nýttir sum útgangsstøði fyri, hvørja hjálp ein næmingur skal fáa. Í tí fyrsta kassanum er skúlaaftran vegna psykososialar avbjóðingar sum angist ella ADHD. Í tí næsta er frávera av foreldraávum, sum kann vera vantandi førleiki at fáa børnini upp og í skúla ella mótstøða móti skúlanum. Í triðja kassanum er skulk, tí næmingar heldur vilja okkurt annað enn at fara í skula, til dømis at sita heima og spæla teldu. Og í fjórða kassanum er frávera av skúlaávum, tí næmingurin til dømis verður happaður í skúlanum ella ikki fær tann stuðul, honum tørvar. 

 

##med2##

Pætur Zachariasson er ikki samdur í, at skúlafrávera eigur at verða býtt upp á hendan hátt. 

- Tá eg arbeiddi á Sernámi, bleiv eg skjótt greiður yvir, at tað ikki ber til at finna tann rætta kassan til hvønn næming. Orsøkirnar til skúlafráveruna eru altíð ein blandingur av fleiri sløgum, sigur hann.  

Í staðin fyri at flokka skúlafráveru í kassar fer Pætur Zachariasson í sínari gransking at hyggja at skúlafráveruni í einum breiðari perspektivi.  

- Nógv gransking í skúlafráveru tekur útgangsstøði í avbjóðingum hjá tí einstaka barninum, og tað ger tað lutfalsliga lætt. Tað kann til dømis vera, at barnið hevur autismu ella avbjóðingar við innlæringsevnunum.   Vit finna okkurt, sum barnið manglar, og royna at kompensera fyri tí við at tillaga frálærutilfarið ella koyra barnið í ein serflokk. Tað riggar eisini ofta, men tað er ikki øll søgan. 

- Skúlafrávera er eitt sera samansett fyribrigdi, sum eftir mínum tykki í nógv størri mun er eitt tekin um ein yvirskipaðan trupulleika enn eitt brek hjá tí einstaka barninum. Vit kunnu tí ikki nýta diagnosur og annað ítøkiligt til at loysa hendan trupulleikan, sigur hann.

Pætur Zachariasson ætlar í størri mun at seta fokus á skúlaskipanina enn á tað einstaka barnið. 

- Fyri at skilja trupulleikarnar eiga vit heldur enn bert at hava fokus á barnið at fara longur upp og hyggja at fyrst flokkinum og vinabólkinum og síðani skúlanum og skúlaskipanini. 

- Skúlafráveran tekur seg altíð upp í einum samspæli millum einstaklingin og skipanina. Skúlin er altíð ein partur av orsøkini til skúlafráveru. Spurningurin má vera, hvussu skúlin kann tillaga seg til tað barnið, sum gongur í skúlanum, sigur hann. 

Meira ferð og hægri krøv

Samfelagið er nógv broytt tey síðstu 20-30 árini, og nógv børn og ung í dag hava sálarligar trupulleikar av ymsum slagi.  

- Ferðin í samfelagnum er vorðin nógv skjótari, og krøvini eru vaksin. Vit vilja hava borgarar, ið eru framfýsnir og fleksiblir. Fyrr kundu fólk vera 40-50 ár í sama arbeiði, men nú verður væntað, at tey skulu skifta arbeiði eftir fáum árum. Hetta sæst eisini aftur í skúlanum, har kravt verður, at næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini, arbeiða í bólkum og leggja fram fyri hinum. Tað megna allir næmingar ikki, og fyri at sleppa undan eru tað nøkur, sum ikki vilja í skúla. 

- Skúlafrávera er ein endurspegling av teimum avbjóðingum, sum børn hava í dag. Tað er ein handlingsmøguleiki, sum børn hava. Tey eru kanska útihýst av felagsskapinum í skúlanum, men hava ein felagsskap á netinum, har tey eru góðtikin og klára seg væl, sigur Pætur Zachariasson. 

Tað kann hava álvarsligar avleiðingar fyri børn, um tey ikki ganga í skúla, men tað kann eisini vera ein vinningur. 

- Skúlafrávera kann ganga útyvir tað sosiala og tað fakliga og kanska eisini sálarligu heilsuna. Eitt barn, sum ikki gongur í skúla, er í nógv størri vanda fyri at enda í misbrúki ella kriminaliteti. 

- Men í summum førum kann tað vera gott fyri barnið ikki at fara í skúla, tí mistrivnaðurin í skúlanum hevur eisini álvarsligar avleiðingar. Barnið handlar meiningsfult út frá teimum umstøðum, tað er í, og um tað ikki trívist í skúlanum, so er tað meiningsfult hjá tí at vera fráverandi. Vit síggja eisini, at nøkur børn blóma, tá tey taka seg úr skúlanum, sigur Pætur Zachariasson. 

Hann heldur ikki, at tað í hvørjum einstøkum føri eigur at vera málið at fáa skúlafráveruna niður. 

 

##med3##

- Vit, sum arbeiða í fólkaskúlanum, eiga at spyrja okkum sjálvi, hvat tað er, sum vit ynskja. Har hugsi eg, at tað týdningarmesta má vera at fáa børnini at trívast. At fáa tey í skúla kemur í aðru røð. Um eitt barn trívist uttanfyri skúlan er tað betur enn, at tað mistrívist í skúlanum.

- Endamálið við mínari gransking er ikki at fáa kroppin hjá barninum í skúla aftur, men at skilja, hví barnið ikki er í skúla, og finna fram til loysnir, sum gera, at tað fer at trívast.

- Vit skulu ikki skilja skúlafráveru sum eitt brek hjá tí einstaka næminginum, men sum eina meiningsfulla handling, ið vit skulu royna at fara afturum og skilja. Í staðin fyri at siga, at okkurt er galið við barninum, skulu vit royna at fáa eina breiða fatan av tí, sum hendir í lívinum hjá barninum, ið ger tað meiningsfult fyri tað at taka seg burtur úr skúlanum, sigur Pætur Zachariasson. 

Vegurin smalkar

Serskipanir verða í alsamt størri mun nýttar at hjálpa børnum, ið hava trupulleikar í fólkaskúlanum.  

- Í nógvum førum er tað ein góð hjálp, tí tá verður undirvísingin skræddaraseymað til barnið. Men vit mugu eisini hugsa um, hvat tað er fyri ein skúla, ið vit vilja hava. Sertilboð kompensera fyri onkrum, ið kann vera trupult hjá barninum, men tey eru eisini tekin um vantandi fleksibilitet í tí vanligu skúlastovuni.

- Tað, sum hendir í dag, er, at sertilboðini gerast fleiri og fleiri. Krøvini til næmingarnar í vanliga skúlanum vaksa, og tað verða fleiri næmingar, ið pláss ikki er fyri í skúlunum, sum so í staðin mugu í sertilboð. Eg haldi ikki, tað er rætta leiðin at fara. Vit mugu hava ein fólkaskúla, sum rúmar teimum børnum, ið eru borgarar í okkara landi, og ikki smalka normalhugtakið so nógv, at tað bert er pláss fyri teimum, ið klára seg ordiliga væl í tí vanliga skúlanum, sigur Pætur Zachariasson. 

Hann lýsir skúlaskipanina í dag sum ein veg við fleiri sniðgøtum. 

- Vit hava ein høvuðsveg, sum er fólkaskúlin, og so hava vit nakrar sniðgøtur, sum eru sertilboð. Næmingarnir eru bilar, sum skulu koyra eftir vegnum frá barndóminum til vaksnamannalívið. Tey, sum ikki megna ferðina á høvuðsvegnum, kunnu fara út á eina sniðgøtu. 

- Tey seinastu 20-30 árini er vegurin smalkaður, og vit hava fingið nógv fleiri sniðgøtur. Nakrir bilar, sum annars rigga væl, orka ikki at drøna runt á tí smala vegnum alla tíðina, men hava brúka fyri at parkera eina løtu. Okkara ábyrgd er at fáa børnini trygt fram í mál í teirra egnu ferð og við at gagnnýta teirra fullu førleikar. Tað krevur, at vit hava eina fleksiblan og rúmligan høvuðsveg, so øll, sum fella uttanfyri smala normaløkið, ikki noyðast út á eina sniðgøtu, sigur hann.   

Øll skulu hava ein vin

Pætur Zachariasson fer í ph.d. verkætlan síni at hugsavna seg um børn í 7. – 9. flokki. 

- Tað er í hesum aldursbólkinum, at skúlafráveran serliga ger seg galdandi. Men aloftast hava tekin verið um mistrivnað hjá næmingunum fyrr, sum ikki hevur verið møttur á rættan hátt. Í nógvum førum ber til at bøta um trivnaðin tíðliga, so tað ikki kemur hartil, at næmingurin gevst í skúlanum. Tað kann til dømis vera við at ansa eftir, at øll eru partur av einum vinabólki. Tá tey koma upp í 7. flokk, gerst tað meira trupult, tí tá broytast sosialu krøvini, sigur hann. 

 

##med4##


- Fyrsta stigið er at syrgja fyri, at øll børn, sum koma í skúla, hava í minsta lagi ein persón, sum tey kunnu kalla sín vin, og fær tey at føla seg vælkomnan. Tað snýr seg um at skapa ein felagsskap, sum tekur støði í børnunum, og sum tey hava ein leiklut í. Felagsskapurin er ein fyritreyt fyri at kunna gera aðrar broytingar sum, hvussu flokkurin skal síggja út, og hvørji sertilboð skulu vera til hvørji børn. Tað putlispælið skal eisini leggjast, men tað má ikki byrja har, sigur Pætur Zachariasson.  

 

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024

 

 

Pætur Zachariasson fer undir eina ph.d. verkætlan, ið skal greina, hví so nógv børn ikki vilja í skúla.