Roknari til viðmældar koppsetingartíðir

Heilsustýri hevur gjørt ein roknara sum vísir viðmældar koppsetingartíðir til barnakoppsetingar

 

Seinastu árini eru alsamt fleiri børn sum ikki vera koppsett eftir barnakoppsetingarætlanini.

 

Í síðstu viku segði Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, við in.fo, at ein orsøk kann vera, at foreldur gloyma nær tey skulu lata børnini koppseta, tí arbeiddi Heilsustýrið við eini skipan, sum minnir foreldur á tá tíð er at koppseta børnini.

 

Heilsustýrið boðar frá, at nú er roknarin tøkur,

Tú tøppar føðingardagin hjá barninum inn, so sæst nær barnið skal koppsetast.

 

Royn roknaran her:

 

Les meira um barnakoppseting her