Luftgranskingarstøð á Sornfelli kann geva virðismikla vitan um veðurlagið

Sornfelli hevur alt, sum tørvur er á, til at seta upp eina fyrsta floks luftgranskingarstøð, sum kann fáa alstóran týdning fyri at verja okkum móti luftdálking og øðrum avleiðingum av broytingum í veðurlagnum.

Nakrir av fremstu serfrøðingum í norðanlondum luttóku í verkstovu um luftmátingar á Sornfelli í vár

Tað heldur Sigurd Christiansen, granskari á Fróðskaparsetrinum, sum hevur tikið stig til at fara undir fyrireikingar til eina føroyska luftgranskingarstøð saman við fremstu serfrøðingum á økinum í norðurlondum.   

 

 

Eftir Dagmar Joensen-Næs

 

Norðast í Grønlandi sita nakrir hermenn alt árið á Statión Norð, ið er ein sera avbyrgd og fjarskotin hernaðarstøð, sum umframt at hava eitt vakið eyga við fíggindarligum virksemi í loftrúminum, eisini ger dagligar luftmátingar fyri vísindafólk. 

Á Svalbard liggja fleiri kanningarstøðir, ið eisini máta luftbitlar, og á fleiri øðrum ofta illa atkomuligum støðum í Evropa eru líknandi luftmátistøðir. Støðirnar hava stóran týdning fyri møguleikar hjá vísindafólki at fylgja við luftdálking og broytingum í veðurlagnum. 

Føroyar liggja mitt í Norðuratlantshavi og eru kanska best egnaða staðið yvirhøvur at gera mátingar, ið hava virði fyri fjarskotin økir, serliga Arktis. Men í Føroyum er ongin framkomin luftmátistøð.

Sigurd Christiansen, granskari í evnafrøði á Fróðskaparsetrinum, hevur sett sær fyri, at nú skulu vit eisini hava eina framkomna luftgranskingarstøð í Føroyum

- Tær allarflestu mátistøðirnar hava ongan ella bert ein lítlan vinkul, sum er sjógvur og sjóluft. Allar aðrar síður venda inn móti landi, og tí er luftin ofta dálkað av millum annað ídnaði og bilum. Ongastaðni í Evropa hava tey eina støð, sum liggur mitt úti í sjónum, og har næstan ongin dálking er. 

 

##med2##

- So at siga øll dálking og vakstrarhúsgassir, sum er í luftini í Føroyum, koma aðrastaðni frá, serliga úr USA ella Evropa. Tað rekur framvið hjá okkum og endar síðani í arktiska økinum. Tað kann tí geva virðismikla vitan um dálkingarevnir á Norðpólinum at gera luftmátingar her, sigur Sigurd Christiansen. 

Luftmátingar kunnu eisini geva okkum í Føroyum týdningarmikla vitan. 

- Tá vit skulu áseta og velja byggitilfar, útgerð og vindmyllur, hevur tað stóran týdning at vita millum annað, hvussu nógv salt er í luftini. 

Sornfelli hevur alt

Ein luftgranskingarstøð í Føroyum hevði verið munandi høgligari hjá granskarum enn nógvar aðrar líknandi støðir. 

- Hóast vit liggja mitt í ongalandi, er lætt at koma til og frá hjá fólki og farmi. Í Norður-Grønlandi kann tað taka fleiri vikur at fáa ein eykalut. Her kanst tú bíleggja hann fyrrapart og fáa hann heim við flogfari longu sama dag.

Hvar í Føroyum ein tílík mátistøð eigur at liggja, er Sigurd Christiansen onga løtu í iva um.

- Sornfelli hevur alt, sum skal til. Tað liggur høgt, 742 metrar yvir havfløtuni, har veðurlagið kann lýsast sum arktiskt, tí mánaðarligi miðalhitin ongantíð kemur uppum 10 stig. Har er lætt at koma til. Vegur er niðan á fjallið og ein lyfta heilt upp á tindin. Pláss er fyri útgerð í  kuplunum, og inni í fjallinum eru hølir, ið granskarar kunnu halda til í. At bygt eitt sovorðið stað í dag hevði verið óhugsandi, sigur hann.

##med3##

At ætlanir eru um at seta ein nýggjan radara upp á Sornfelli, er eingin forðing yvirhøvur, heldur Sigurd Christiansen, sum umframt at vera útbúgvin evnafrøðingur við ph.d. í lofthavsevnafrøði eisini er offiserur í donsku verjuni.

- Frá míni tíð í herinum og flogvápninum kenni eg til virksemi á fjarskotnum hernaðarstøðum, har tey eisini fáast við gransking. Herurin, sjóverjan og flogvápnið havar ofta granskingarsamstarv við universitet, og nú ætlanin er at brúka nógvar pengar til at umvæla og útbyggja Sornfelli, ber til at hugsa granskingina inn frá byrjan. Ein luftgranskingarstøð á Sornfelli fer at kunna samstarva við aðrar støðir í Norður-Grønlandi, Svalbard og aðrastaðni í norðurlondum, sigur hann.  

Luftin kennir eingi landamørk

##med4##

Sigurd Christiansen er onga løtu í iva um, at tað er alneyðugt at fylgja væl við tí, ið sveimar í luftini. 

- Tað henda stórar broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum, og tað hevur stóran týdning at skilja ta samansettu skipanina, sum atmosferan er, og fylgja við í, hvussu veðurlagið broytist yvir longri tíð. Tað kunnu vit bert gera við at máta og greina innihaldið í luftini, sigur hann.

Møguleikarnir at gera neyvar luftmátingar eru sera góðir í dag, men útgerðin er dýr. 

- Tey nýggjastu tólini eru so framkomin, at tey kunnu máta bitlar, ið eru niður í 1 nanometur. Eitt atom er 0,1 nanometur, og vit eru tí næstan har, at vit kunnu máta atomir og eygleiða evnafrøðiligar tilgongdir í luftini. 

- Mátiútgerðin er ógvuliga dýr, og vit hava ongan møguleika at klára hetta sjálvi í Føroyum. Mítt hugskot er, at um vit kunnu bjóða fram ta heilt serstøku staðsetingina, sum Sornfelli er, so kunnu vit møguliga fáa granskarar, sum hava slíka útgerð, at koma higar og vera við til at seta upp eina sera framkomna luftmátistøð á Sornfelli, sigur Sigurd Christiansen.

Hann hevur roynt at fingið fígging úr ymsum grunnum til eina luftmátistøð á Sornfelli. Tað hevur enn ikki eydnast, men Norðurlendska Ráðharraráðið hevur játtað at fíggja eina verkstovu um ætlanina. Verkstovan varð hildin í mars í ár, og fleiri av teimum allarfremstu serfrøðingunum innan luftmáting í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark luttóku. 

Útlendsku granskararnir sóu stórar møguleikar fyri eini luftmátistøð á Sornfelli, og saman við granskarum frá fleiri føroyskum granskingarstovnum løgdu teir eina ætlan fyri, hvussu farast skuldi fram fyri at gera eina tílíka støð til veruleika. 

- Tað komu nógv góð hugskot fram, og vit sóu nógvar samstarvsmøguleikar í ætlanini. Luftin kennir eingi landamørk, og um vit skulu hava eina heildarmynd av, hvussu bitlar í luftini ferðast, so mugu vit arbeiða saman. Mín vón er, at vit fáa tey fyrstu mátitólini upp á Sornfelli um nøkur fá ár, sigur Sigurd Christiansen. 

Taka fepurin av luftini

##med5##

Gongst sum ætlað, verður møguleiki fyri at gera nógvar ymiskar luftkanningar á Sornfelli.

 - Tað eru fleiri ymisk sløg av mátingum, sum vit kunnu velja at satsa uppá. Tað kann vera vakstrar- og veðurlagsgassir sum koldioxid, methan, svávuldioxid og ozon, tað kann vera luftbitlar, og tað kann eisini vera skýggj.

- Tað, sum eg veit mest um, er luftbitlar, og tað hevði verið tað, ið eg hevði valt at hugsavna meg um. Tað kann fara í gongd rættiliga skjótt, tí tólini til at máta luftbitlar kosta ikki meira enn einar 2 milliónir krónur. 

- At máta luftsamansetingina kann sammetast við at taka fepurin av luftini. Vit kunnu siga, hvaðani luftin kemur, og hvussu dálkað hon er. Lágtrýstini á okkara leiðum byrja ofta í meksikanska flógvanum og ferðast norðureftir framvið eystursíðuni av USA, har nógv dálking er. Tey fara síðani framvið Føroyum og víðari móti Norðpólinum, sigur Sigurd Christiansen.

Máting av luftbitlum kann eisini hava stóran týdning fyri tilbúgvingina og fyri at meta um avleiðingar av tiltøkum, ið verða sett í verk fyri at minka um dálking. 

- Um eitt ávíst skaðiligt evni verður bannað, kunnu vit máta, um tað ger nakran mun í luftini.

- Vit kunnu eisini síggja, um vandamiklir bitlar eru í luftini frá einum eldgosi í Íslandi, so tað ikki ber til at flúgva.  Ella um tað ávirkar luftina, um ferðamannaskip, ið liggja við kai, brenna skitna olju, sigur hann. 

Hav og luft spæla saman

At kunna máta innihaldið í luftini hevur eisini alstóran týdning fyri at skilja veðurlagsbroytingarnar. 

- Vit vita, at dálking hevur árin á veðurlagið. Men yvirskipað vit vita alt ov litið um, hvussu veðurlagsskipanin hongur saman. Fyri at kunna siga nakað um, hvussu veðurlagið fer at verða, mugu vit fyrst skilja, hvussu tað er nú, og hvussu tað hevur verið fyrr. Tað gera vit millum annað við at máta luftsamansetingin, kanna  hvørjir bitlar eru í luftini, og hvussu teir ávirka skýgerðina, sigur Sigurd Christiansen. 

Føroyar eru ógvuliga frammaliga, tá tað snýr seg um mátingar í sjónum. Havstovan mátar gróður, saltinnihald, hita og føðsluevnir og ger neyvar metingar av støðuni í sjónum. Hesar kanningar eiga at verða samskipaðar við mátingar av luftini.

##med6##

 

- Havstovan er ógvuliga framkomin á nógvum økjum. Tey taka til dømis eDNA úr sjónum regluliga. At samskipa kanningar hjá Havstovuni við mátingar í luftini kann hava sera stórt vísindaligt virði. Vit kunnu til dømis síggja, um samband er millum gróðurin á landgrunninum og skýgerðina, sigur Sigurd Christiansen.

Málini og ætlanirnar eru stórar, og við vitjanini hjá útlendsku serfrøðingunum í luftmátingum á Sornfelli er skjøtul nú settur á fyrireikingarnar at fáa eina framkomna luftmátistøð á Sornfelli. Nú mangla bert pengarnir. 

- Tað skulu bert nakrar fáar milliónir til fyri at fáa fyrstu mátiútgerðina upp, men at fáa eina veruliga framkomna máti- og granskingarstøð á Sornfelli, har vit kanska eisini kunnu hava verkstovur og ph.d. skúla, fer at kosta nógv. 

- Fleiri av okkum eru til reiðar at søkja pengar saman frá grunnum í Føroyum, Danmark og Evropa til útgerð og hølir. Tað hevði verið upplagt, um vit gjørdu byrjunaríløgurnar til mátingarnar i Føroyum, so kundu hini komið við teirra ógvuliga framkomnu tólum, sigur Sigurd Christiansen. 

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024

 

Nakrir av fremstu serfrøðingum í norðanlondum luttóku í verkstovu um luftmátingar á Sornfelli í vár

Sornfelli liggur 747 metrar yvir havfløtuni og hevur frítt útsýni til allar síður

Útgerð til luftmáting kann setast upp inni í øðrum radaranum á Sornfelli