AB er greiður favorittur móti FC Hoyvík

Her eru oddsini upp á 1. deildardystin AB-FC Hoyvík

Sunnudagin klokkan 15 byrjar dysturin í 1. deild hjá monnum millum AB og FC Hoyvík inni í Vika á Argjum.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

AB er nummar seks í deildini við 34 stigum, og kunnu við sigri á FC Hoyvík vinna seg upp á triðja plássið.

 

FC Hoyvík er næstaftast í deildini við 17 stigum, sjey stig aftanfyri KÍ. Tí hava hoyvíkingar hart brúk fyri stigum.

 

Liðini hava møtst tvær ferðir uppi á Hoyvíksvøllinum fyrr í ár. 4. mai vann FC Hoyvík 1-0 á AB, og 18. mai vann AB stórsigur 5-0 á FC Hoyvík. 

 

AB hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 1,40 og 1,49.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,30 og 4,50.

 

Oddsini upp á útisigur til FC Hoyvík liggja millum 5,25 og 6,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##