Í dag spældi liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm dyst á útivølli móti Kalmar FF.
Tað eydnaðist AIK at vinna dystin 1-0. Finski Onni Valakari skoraði sigursmálið fýra minuttir aftaná steðgin.
AIK Stockholm hevur vunnið 19 av 21 stigum sjey teir seinastu dystirnar í Allsvenskuni.
AIK Stockholm er nú nummar fýra í deildini við 39 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri Hammarby, ið teir møta heima á Strawberry Arena, sunnudagin 29. september klokkan 13.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kalmar FF-AIK Stockholm 0-1 (0-0):
##med2##