07 Vestur er farið í vetrarfrí

Við trivaligum sigri í Sørvági andar B36 í nakkan á NSÍ, sum í morgin verður partur av oyggjauppgerð ímóti ÍF

Marius Kryger Lindh var tvífaldur málskjútti í Sørvági í kvøld. Hann hevur nú skorað átta mál fyri B36 í ár

Tað endaði við 3-0 sigri til gestirnar, tá ið B36 í kvøld var gestur hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági.

 

Úrslitið er enn ein staðfesting av, at tað nú gongur so nógv verri hjá 07 Vestur, enn tað gjørdi fyrr í ár. Tá vann 27 stig. Tey eru sera kærkomin, nú tað ikki gongur so væl. 07 Vestur hevur ikki vunnið síðani 24. august, tá ið tað endaði við 2-0 heimasigri ímóti B68.

 

Í kvøld tapti vágaliðið fyri triðju ferð á rað. 07 Vestur hevur tapt 6-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, 4-1 á Skála og í kvøld 3-0 á heimavølli ímóti B36. Hóast soltnu gongdina er 07 Vestur framvegis langt frá niðurflytingarplássunum. Tað eru 13 stig frá 07 Vestur og aftur til níggjunda plássið, sum B68 er á.

 

Eftir fyrra hálvleik var 1-0. Undan steðginum var hugburðurin á góðari leið hjá heimamonnunum. Eftir steðgin skoraði B36 tvey mál aftrat, og sum dysturin leið sá tað ikki gott út hjá heimamonnunum. Sum ikki vóru nóg avgjørdir í nærdystunum, ikki vunnu returbóltar í nóg stórum tali, og sum ikki fingu nyttur burturúr, tá ið teir vóru leysir frammanfyri gamla liðfelagan Silas Eyðsteinsson, sum nú er fyrsti málverji í B36.

 

Tá ið stórt korter var farið, legði Anton Søjberg árstalsfelagið á odda við fínum frísparki, og eftir steðgin var tað Marius Kryger Lindh, sum var tvífaldur málskjútti. Fyrr í ár vóru Marius Kryger Lindh og Bjarki C. Nielsen fastir menn í hvør sínari framrættaðari ódn í borðunum. Síðstu tíðina hava teir ikki spælt so nógv, sum teir plagdu at gera.

 

Í kvøld sat Bjarki C. Nielsen á beinkinum, inntil tað restaði eitt korter. Tá avloysti hann Símun Sólheim, sum í kvøld var vongverji í høgru, meðan Jann J. Benjaminsen var miðverji fyri leikbannaða Magnus Egilsson.

 

Hannes Agnarsson var í vinstru, meðan Marius Kryger Lindh takkaði fyri álitið, sum venjarin vísti honum í høgru. Hann skoraði í 57. minutti og aftur í 65. minutti. Fyrru ferðina var tað eftir gott uppspæl í vinstru og innlegg frá Hannesi Agnarsson, og seinnu ferðina átti Zean Peetz Dalügge uppleggið. Marius Kryger Lindh hevur nú skorað átta mál, og hann er næstbesti málskjútti hjá B36. Bara Zean Peetz Dalügge hevur skorað fleiri mál. Hann er skrásettur fyri níggju mál.

 

3-0 sigurin í kvøld ber við sær, at B6 nú hevur 36 stig. Tað eru tvey stig fram til NSÍ, sum í morgin fær vitjan av ÍF.

 

07 Vestur – B36 0-3 (0-1)

 

0-1: Anton Søjberg 18.

 

0-2: Marius Kryger Lindh 57.

 

0-3: Marius Kryger Lindh 65.

 

Dómari: Alex Troleis

 

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Filip Brattbakk, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Hans Erik Gunnarsson – Mikkel Elbæk Jakobsen, Amer Ordagic, , Jónatan Nattestad, Teitur Olsen – Emil G. Pedersen, Oddur í Haraldstovu Petersen

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Fabian  Ness – Anton Søjberg, Mattias J. Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson

 

 

 

Marius Kryger Lindh var tvífaldur málskjútti í Sørvági í kvøld. Hann hevur nú skorað átta mál fyri B36 í ár