Tvær kvinnur og ein maður gistu á politistøðini

Nógv fólk hevur verið í býnum í Havn í nátt, tí fleiri stórar veitslur hava verið í býnum

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at nógv fólk var í býnum í nátt, tí ein stór veitsla var fyri 1.500 starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu í høllini á Hálsi og onnur stór veitsla á Hotel Føroyum. Men sum so gav tað ikki løgregluni nógv eyka arbeiði. Løgreglan hevur tó verið sjónlig í býnum.

Trý mál eru tó um fólk, sum í tveimum førum vóru ólátað ímóti løgregluni og øðurm fólki, og í einum førum um ein persón, sum hevð drukkið ov nógv. Talan var um tvær kvinnur og ein mann, og tey vóru øll trý tikin við á politistøðina at sova rúsin út.

– Ein teirra er latin leysur aftur í morgun, hini fara um eina løtu – ein teirra við eini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vakthavandi á politstøðini.