Vit kunnu ikki krógva okkum longur

Føroyar hava flutt seg langt síðani russisku hertøkuna av Krim fyri tíggju árum síðani, tá Føroyar ikki mótmæltu, men tvørturímóti øktu samstarvið við Russland.

Almennu Føroyar fordøma nú russiska álopið á Ukraina, og samhandilin við russar er minkaður niður í helvt. Vit liva í einum nýggjum geopolitiskum veruleika við øktum stríði millum stórveldini. Fyri smátjóðir er tað vorðið truplari at vera neutral og vinir við øll, og heimurin tvingar okkum í størri mun at velja síðu, heldur Heini í Skorini, granskari, ið fer at greina viðurskiftini millum Føroyar og Russland.

 

Eftir Dagmar Joensen-Næs

 

Føroyar hava verið fyri hørðum atfinningum í altjóða miðlum, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar 2022, tí vit framvegis hava tætt samstarv við russar. Eisini heima í Føroyum hevur verið rópt hart um, at alt samstarv við russar eigur at steðga.

 

Kortini hevur landsstýrið tvær ferðir síðani innrásina skrivað undir nýggjan fiskiveiðisáttmála við russisku stjórnina. Og líkt er til, at triði sáttmálin um sínámillum fiskiveiðu verður gjørdur í heyst.

 

Heini í Skorini, granskari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur fingið fígging frá granskingarskránni um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk - FASDiNA, sum Granskingarráðið umsitur, til at greina týdningin og ávirkanina av búskaparliga samstarvinum millum Russland og Føroyar.  

 

- Sjálvt politikarar í Uttanlandsnevndini siga, at tey vita alt ov lítið um avleiðingar av teimum avgerðum, ið skulu takast. Tí er neyðugt hjá øllum góðum kreftum at greina hesi viðurskifti fyri at tryggja, at avgerðir verða tiknar á einum upplýstum grundarlagi, sigur hann.

 

Við í greiningararbeiðnum verða umframt granskarar á Søgu- og Samfelagsdeildini eisini greinarar í Vinnuhúsinum og á donskum granskingarstovnum, og harumframt er ein granskingarhjálpari settur at savna dátur av ymsum slagi.

 

##med3##

 

Endamálið við kanningunum er at greina bæði búskaparligar og trygdarpolitiskar avleiðingar av ymiskum avgerðum, ið Føroyar kunnu taka mótvegis Russlandi.

 

- Samstarvið við Russland snýr seg ikki bert um fisk og pengar. Tað snýr seg eisini um trygdarpolitikk, føroyskan innanríkispolitikk og lokal fíggjarlig áhugamál, sigur Heini í Skorini.

 

Føroyar hava flutt seg

 

Føroyar og Russland hava havt avtalu um fiskiveiðu hjá hvørjum øðrum síðani 1977. Seinastu 15 árini er útflutningurin til Russlands vaksin nógv – eisini eftir russisku innrásina í Krim í 2014.

 

Tá russar hertóku ukrainsku Krim hálvoynna, mótmæltu øll ES-lond og Ísland harðliga og settu revsitiltøk móti Russlandi í verk. Eingi mótmælir komu tá úr Føroyum, sum tvørturímóti øktu samstarvið við russar og lótu sendistovu upp í Moskva.

 

- Ein orsøk til tað var, at ES hevði sett handilsbann í verk móti Føroyum, og at Føroyar tí høvdu brúk fyri øðrum marknaðum. Men vit gjørdu okkum dælt av støðuni og gingu beint ímóti hinum evropeisku londunum, sigur Heini í Skorini.

 

Tá Russland leyp á Ukraina í 2022, var støðan í Føroyum ein heilt onnur. Føroya landsstýri var millum tey fyrstu at fordøma álopið, og føroyska alivinnan gjørdi bart beinanvegin og gavst at selja laks til russar. Føroyar hava eisini sent pengar til Ukraina, tikið ímóti flóttafólkum, samtykt ES-sanktiónir ímóti Russlandi og lutvís stongt føroyskar havnir fyri russiskum skipum.

 

Tað var alivinnan, ið av sínum eintingum valdi at steðga útflutninginum til Russlands beint eftir innrásina. Pelagiska vinnan selur framvegis sild og makrel til Russlands.

 

- Alivinnan hevur staðið seg væl síðani avgerðina um at steðga útflutningi til Russlands, tí øll verðin vil hava laks. Men alifyritøkurnar kundu ikki vita, hvørjar avleiðingarnar fóru at vera, tá tær tóku hesa avgerðina.

 

- Pelagiska vinnan hevur ikki eins lætt við at finna nýggjar marknaðir, tí tað eru í høvuðsheitunum Russland, Ukraina og Hvítarussland, ið keypa sild og makrel til matna í stórum nøgdum og vilja gjalda góðan prís fyri hesar vørur. Tí kunnu hesar vinnur ikki beinleiðis samanberast, sigur Heini í Skorini.

 

ES hevur sett eina røð av revsitiltøkum í verk móti Russlandi, sum løgtingið hevur samtykt at fylgja. Tiltøkini hava tó ongan praktiskan týdning fyri Føroyar, tí vit selja bert fisk til Russlands, og matvørur eru ikki partur av revsitiltøkunum.

 

- Føroyar hava veruliga flutt seg nógv. Vit hava í høvuðsheitum gjørt tað, sum hini londini í Evropa hava gjørt. Vit selja mat til Russland, men onnur evropeisk lond keypa framvegis olju og gass fyri milliardir hvønn dag frá Russlandi. Tað er eisini munur á at selja og fáa pengar frá Russlandi og at keypa og gjalda pening til Russlands.

 

- Hóast atfinningarnar móti Føroyum eru onnur lond ikki betri enn vit. Sjálvt um innflutningurin av olju og gassi úr Russlandi er minkaður nógv, so keypa Danmark og onnur land framvegis olju og gass úr Russlandi. Og lond og fyritøkur finna áhaldandi nýggjar leiðir at umgangast revsitiltøkini. Brádliga fara evropeisk lond at selja øðiliga nógv til til dømis Kazakhstan, sum verður transitland fyri vørum, ið so enda í Russlandi kortini.

 

- Tað, at vit ikki eru verri enn hini, er tó onki argument í sær sjálvum. Vit mugu taka tær avgerðir, sum eru best fyri okkum. Men stóri spurningurin er, um vit skulu fara longri enn hini evropeisku londini, sigur Heini í Skorini.

 

##med2##

 

Avtalur á stjórnarstigi

 

Fiskiveiðusamstarvið hevur verið eitt glóðheitt politiskt evni í Føroyum síðani russisku innrásina í Ukraina. Hóast alla fordøming og revsitiltøk verða avtalur framvegis gjørdar við russisku stjórnina um føroyska fiskiveiðu í Barentshavinum og russiska fiskiveiðu í føroyskum sjógvi.

 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vildu steðga øllum samstarvi við russar, tá kríggið byrjaði. Hesir flokkar sótu tá í andstøðu, men eru síðani komnir í samgongu, og í november í fjør skrivaði formaðurin í Javnaðarflokkinum sum løgmaður undir nýggja fiskiveiðiavtalu við russisku stjórnina. Hann segði seg framvegis vera ímóti avtaluni, men var komin í minniluta, tí ein meiriluti í Tjóðveldi nú vildi endurnýggja avtaluna.  

 

- Formenninir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi klintraðu høgt upp á tann moralska hestin, tá teir vóru í andstøðu, men tað er munur á at vera í andstøðu og samgongu. Tað er ein løgin støða, at vit hava eina avtalu við Russland, sum okkara løgmaður er ímóti. Tað hevði helst ikki gingið í øðrum londum á okkara leiðum, at ein stjórnarleiðari alment var ímóti førda russlandspolitikkinum, sigur Heini í Skorini.

 

Samráðingar um fiskiveiðiavtalu við Russland verða aftur í heyst.

 

- Vinnan gongur út frá, at tá hendan samgongan hevur longt sáttmálan eina ferð, so verður tað gjørt aftur. Spurningurin er, um okkara størsti stjórnarberandi flokkur aftur kann liva við einum russlandssáttmála, sum hann sigur seg vera ímóti, heldur Heini.

 

Fiskiveiðiavtalan við Russland er tann mest umstríddi parturin av føroyska russlandspolitikkinum.

 

- At Føroyar framvegis gera avtalur við russisku stjórnina er í sjálvum sær umstrítt. Tað er munur á at selja mat til tey, ið vilja keypa frá okkum, og so at hava eina avtalu á stjórnarstigi við eitt krígsførandi land, sum fyri stuttum gjørdi innrás í eina aðra sjálvstøðuga tjóð í Evropa, sigur Heini í Skorini.

 

- Grundleggjandi snýr hetta seg um fíggjarlig áhugamál, sum bresta saman við øðrum virðum og trygdarpolitiskum atlitum. Landsstýrið ynskir jú eisini ein fríhandilssáttmála við Kina, sum heldur ikki virðir grundleggjandi mannarættindi.

 

Hann heldur ikki, at fiskiveiðiavtalan við Russland hevur avgerandi týdning fyri føroyska búskapin.

 

- Tað hevði sjálvandi rakt nøkur reiðarí og tær familjur, sum eru tengdar at hesum fiskiskapinum, um vit góvust at fiska í russiskum sjógvi. Tað skal ikki undirmetast, serliga havandi í huga tær íløgur, ið eru gjørdar í nýggjar trolarar. Men samfelagsbúskaparliga hevur sáttmálin ikki tann stóra týdningin. Vit høvdu mist atgongd til botnfisk í Barentshavinum, men so høvdu Føroyar í staðin kunnað fiskað tað, sum russar fiska í føroyskum sjógvi, sigur hann.

 

Nakrir politikarar hava ført fram, at tað møguliga hevði gjørt tað lættari at fingið eina fríhandilsavtalu við ES, um vit steðga samstarvinum við russar.

 

- Tað er helst ikki so lætt, sum tað verður sagt, tí vit hava lítlan týdning fyri ES, og vinnulig áhugamál í ES hava ikki gloymt gomlu ósemjuna um sild og makrel, tá ES boykottaði Føroyar. Men hetta er eisini ein spurningur, sum er verdur at greina nærri, sigur Heini í Skorini.

 

Fiskiskip við hernaðarligum uppgávum

 

Endamálið við greiningarverkætlanini er ikki bert at skráseta búskaparligar avleiðingar, men eisini  trygdarpolitisk árin.- Spurningurin er, um Russland hevur onnur áhugamál enn at fiska við Føroyar. Russland hevur fyri fáum árum síðani samtykt eina nýggja maritima doktrin fyri allan tann russiska flotan, har tað stendur greitt, at Russland í størri mun skal brúka sín sivila flota til at útinna hernaðarligar uppgávur.

 

- Vit hava hoyrt um, at russisk skip njósnast og kvetta káplar á havsins botni. Tað er trupult at prógva, hvat hendir, men vit skulu ikki vera bláoygd, serliga tá Russland hevur samtykt eina slíka doktrin. Tá vit loyva russiskari skipaferðslu í okkara sjóøki, so lata vit í øllum føri upp fyri møguleikanum fyri, at tað verður brúkt hernaðarliga, sigur Heini í Skorini.

 

##med4##

 

Løgtingið hevur í trygdarpolitisku semjuni, ið varð samtykt í mai, fyri fyrstu ferð gjørt greitt, at Føroyar eru partur av NATO og vesturheiminum. Samstundis heldur samstarvið við Russland fram.

 

- Vit kunnu ikki longur bara vera væl við øll og krógva okkum her úti í Norðuratlantshavi. Nú er ein nýggjur trygdarpolitiskur veruleiki, og onnur sivil málsøki fáa trygdarpolitiskan týdning, eisini handil, fiskur og telesamskifti. Vit hava nøkur búskaparlig áhugamál, ið peika ein veg, og nøkur trygdarpolitisk áhugamál, ið peika ein annan veg, sigur Heini í Skorini.

 

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024

 

 

 

 

Heini í Skorini, lektari og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fer at greina árinið av samstarvi við Russland fyri búskapin og trygdina í Føroyum. Mynd: Vilas Oluf Thaulow