Nú eiga Vágar eisini lið í næstbestu deildini

Við rimmar 5-1 sigri á útivølli ímóti TB hevur 07 Vestur í dag tryggjað sær uppflyting úr 2. deild

Mynd: 07 Vestur

Hóast úrslitini hjá liðnum í bestu deildini ikki hava verið so góð seinastu ferðirnar, so gongur tað yvirskipað rætta vegin við fótbóltinum í Vágum.

 

Tað varð aftur staðfest í dag, tá ið næstbesta liðið tryggjaði sær uppflyting í næstbestu deildina.

 

07 Vestur liðið í 2. deild var í Trongisvági, og nú rigga vágamenn til at fara til hús við 5-1 sigri í viðførinum.

 

Sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur 46 stig fyri 20 dystir. 07 Vestur kappast við EB/Streym, sum í gjárkvøldið spældi 1-1 á útivølli ímóti B68. 07 Vestur hevur 46 stig fyri 20 dystir, og EB/Streymur hevur 43 stig fyri 20 dystir.

 

Næst í røðini er Víkingur, sum hevur 41 stig og seinni í dag fer at spæla á útivølli ímóti MB. Víkingur hevur lið í bæði bestu og næstbestu deildini og kann ikki flyta upp. Skála er á fjórða plassi við 39 stigum, og B68 hevur 34 stig.

 

Málskjúttar hjá 07 Vestur í Trongisvági í dag vóru Lucas Gardar, Hjalmar Gudmundsen, Pætur Akselsen, Marjus Egilstoft Nilsen og Tór-Ingar Akselsen.

 

Á liðnum hjá 07 Vestur í dag vóru Rói Zakarisson, Brandur Heinesen, Edvin Jakobsen, Einar Thorgrímsson, Marjus Egilstoft Nielsen, Hjalmar Gudmundsen, Pætur Akselsen, Asbjørn Heðinsson, Eiler Fróðason, Sølvi Egilsson og Lucas Gardar.

 

Teir á beinkinum vórðu allir skiftir inn í seinna hálvleiki: Magnus Ravnsfjall, Sámuel Eyðsteinsson, Tór-Ingar Akselsen, sum er venjari, og Áki Ellefsen Næss.

 

Mynd: 07 Vestur