KÍ saknar fleiri landsliðsspælarar

Trífalda meistaraliðið úr Klaksvík er á Svangaskarði, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.

KÍ lðið er í nett somu útgávu, sum tað frá dystarbyrjan var í 1-0 heimasigrinum ímóti HB.

 

René Shaki Joensen er millum teir, sum eru á beinkinum. Hann er ikki nóg birgur at vera við frá dystarbyrjan. Dan í Soylu og Patrick da Silva eru millum teir á beinkinum, meðan Pætur J. Petersen, Heini Vatnsdal og Jákup B. Andreasen ikki eru á listanum, tí teir eru skaddir. Deni Pavlovic er leikbannaður.

 

KÍ hevur sjey tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku, og KÍ er næstfremst við 52 stigum.

 

B68 er á níggjunda plássi við 14 stigum. B68 hevur ikki vunnið stig síðani 11. august, tá ið tað endaði við 1-0 heimasigri ímóti 07 Vestur.

 

Jákup á Borg hevur gjørt fleiri skiftingar á B68 liðnum sammett við liðið, sum tapti 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi.

 

Jóhan Josephsen er leikbannaður ímóti barndómsfelagnum, Bartal Páll Klein er ikki á listanum, og Villiam Emil Klein er á beinkinum. Nýggir á liðnum eru Karstin Clementsen, Brian Jakobsen og Sebastian Lau Nielsen, sum er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Skaðalistin hjá B68 er framvegis langur – Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard og Fríði á Borg.

 

 

 

B68 – KÍ kl. 17.00

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten, Hanus Højgaard – Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen –Karstin Clementsen, Andreas Pettersen, Bárður Ó. Jensen – Brian Jakobsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Alexander Berntson, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, Mads Bo Mikkelsen, Albert Ejupi – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken