Jana gjørdi góðan mun í heimasigri hjá Viborg

Viborg vann á Bjerringbro á heimavølli

Landsliðsleikarin, Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í dag dyst á heimavølli móti Bjerringbro í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Viborg at vinna dystin 28-24. Í fyrra hálvleiki haltaði tað hjá Viborg, og í steðginum var Bjerringbro á odda 12-10. Í seinna hálvleiki lá tó munandi betri fyri hjá Viborg.

 

Jana var sambært hagtølunum triðmest effektivi leikarin hjá Viborg. Jana skoraði trý mál, legði upp til fimm mál, og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Viborg hevur fýra stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini. 

 

5. oktober spælir Viborg dyst móti liðnum hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg á útivølli.