Enn ein sigur til Mikkjal og AIK Stockholm

AIK Stockholm er nú bert eitt stig frá triðja plássinum í bestu svensku fótbóltsdeildini

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðvenjari hjá, AIK Stockholm leggur aftrat dystunum, har teir eru ósigraðir í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Í dag spældi AIK dyst á útivølli móti Kalmar FF.

 

Tað eydnaðist AIK at vinna dystin 1-0. Finski Onni Valakari skoraði sigursmálið fýra minuttir aftaná steðgin.

 

AIK Stockholm hevur vunnið 19 av 21 stigum sjey teir seinastu dystirnar í Allsvenskuni. 

 

AIK Stockholm er nú nummar fýra í deildini við 39 stigum. Teir eru bert eitt stig aftanfyri Hammarby, ið teir møta heima á Strawberry Arena, sunnudagin 29. september klokkan 13.

 

AIK Stockholm hevur eisini bert trý stig upp til liðið sum er næstfremst, Djurgården.

 

Í AIK Stockholm vænta tey nú, at tað verður útselt til grannauppgerðina móti Hammarby, ið verður leikt um átta dagar.