Tummas Erling verður ítróttastjóri

Arbeiðsuppgávan verður í høvuðsheitum at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum

B36 hevur sett Tummas Erling Djurhuus í starv sum ítróttastjóri.


Arbeiðsuppgávan verður í høvuðsheitum at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum, bæði fakliga og fyrisitingarliga, og saman við nevndini at útinna tey mál, sum eru sett fyri framtíðina.


- Tað er stórur heiður at hava fingið boðið hetta starvið, og eg eri sera spentur at fara í holt við uppgávuna. Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at stuðla ítróttaliga partinum av felagnum til heiður og æru í tíðini sum kemur, sigur Tummas Erling Djurhuus.


Krøvini til at reka eitt stórt og fevnandi fótbóltsfelag sum B36 herðast, og tað setur ávísar treytir til bygnaðin í felagnum. Parttíðarstarvið sum ítróttastjóri er ein umráðandi liður í hesum arbeiðinum.


50 ára gamli Tummas Erling Djurhuus er vælkendur í B36-húsinum. Hann hevur fyrr verið høvuðsungdómsvenjari, vunnið uppflyting við okkara næstbesta mansliði og staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum. Hann hevur eisini venjararoyndir úr AB, NSÍ, EB/Streymi og TB. Seinasta árið hevur hann verið hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum.


Tummas Erling Djurhuus hevur A-venjaraprógv, og annars lokið kandidatprógv innan vinnubúskap, umframt MBA-leiðaraútbúgving í Corporation Sustainability og Leadership Psychology.