Oljudálking á Skálafirði

Í gjárkvøldið varð boðað frá oljudálking á Skálafirði

 

Vakthavandi á politistøðini greiðir frá, at um sjeytíðina í gjárkvøldið kom fráboðan um, at olja sást á Skálafirði út fyri Skipaneskrossin.

 

Átaksleiðarin í tilbúgvingini fór at kanna málið og staðfesti, at olja var á sjónum, men at talan var um "tunnan film av olju", sum vakthavandi málbar seg.

 

Men av tí at tað var so myrkt, so varð meira ikki gjørt við málið í gjárkvøldið, men teir hava kannað málið aftur í morgun.

 

Men við Kringvarpið í dag sigur Sunnleim Højgaard, sløkkiliðsleiðari, at eingin olja er at síggja í dag.