Felagslistin: – Vit raðfesta Hvalba, Sandvík og Nes

Fyri at skapa framburð í kommununi, er neyðugt við einum felagsstevi, sum kemur at gagna framtíðini hjá Hvalbiar kommunu. Valevnini á Felagslistanum hava tí sett sær nøkur felagsmál, ið øll eru samd um at arbeiða fyri. Nøkur av felagsmálunum eru:

Soleiðis skrivar Felagslistin til kommunuvalið í Hvalba:

 

Familju- og ungdómsmál: Barnafrádrátturin skal hækkast og frítíðarkort skal latast til børn og ung.

 

Trivnaðarmál: Fríøki skulu gerast í Hvalba og í Sandvík.

 

Bústaðarmál: Útstykkingar skulu gerast og eldraíbúðir skulu byggjast.

 

Eldramál: Ellisheim skal byggjast við eldraíbúðunum í nærumhvørvinum.

 

Vetrarfriðing: Vit skulu finna eina skynsama loysn á vetrarfriðing í samstarvi við hagapartarnar.

 

Umhvørvismál: Skil skal fáast á kloakkviðurskiftini, viðlíkahald av ognum og røkt av gøtum skal raðfestast, umframt at bøtast skal um umstøðurnar í bátahylinum í Nesi.

 

Hvalbiar skúli: Vit skulu varða væl um skúlan og tryggja lærarum og næmingum bestu umstøðurnar.

 

Vinnan: Vit vilja áhaldandi virka fyri, at vinnan hevur bestu karmar at virka undir.

 

Set títt álit á Felagslistan, um tú ynskir eina bjartari framtíð fyri Hvalbiar kommunu. Vit raðfesta Hvalba, Sandvík og Nes, og fara at gera okkara til, at fólk koma at støðast og virka í Hvalbiar kommunu í framtíðini.

 

 

 

Bestu ynskir,

 

Valevnini á Felagslistanum

 

Poul Laust Christiansen, Ronni Hammer, Thorstein Thomsen, Dina Jensdóttir Norðberg, Jan Poulsen, Jón Sigurd Vang Poulsen, Jón Thomsen, Jónfinn Poulsen, Kim Mortensen, Otto West og Ruth Midjord Berg