Hvítabjørn úr Grønlandi er skotin í Íslandi

- Hetta er ikki nakað, okkum dámar at gera, men í hesum føri var hvítabjørnin ógvuliga nær einari smáttu, har fólk vóru, sigur talsfólk hjá íslendsku løgregluni.

Fyrsta hvítabjørnin, sum er sædd í Íslandi síðan 2016, varð um dagarnar skotin av íslendsku løgregluni.

 

Tað var ein smáttueigari í Íslandi, sum bar eyga við bjørnina. Hann stongdi seg inni í smáttuni og setti seg í samband við løgregluna.

 

Eitt talsfólk hjá løgregluni sigur, at tey høvdu einki annað val enn at skjóta hvítabjørnina.

 

Men, áðrenn avgerðin varð tikin, høvdu tey umrøtt málið við íslendsku umhvørvismyndugleikarnar.

 

- Hetta er ikki nakað, okkum dámar at gera, men í hesum føri var bjørnin ógvuliga nær einari smáttu, har fólk vóru, sigur talsfólkið hjá íslendsku løgregluni, Helgi Jensson, við AP-tíðindastovuna.

 

Hildið verður, at hvítabjørnin er komin úr Grønlandi til Íslands á einum ísflaka, og talan er um eina ferð á fleiri hundrað kilometrar.

 

Bjørnin varð skotin við Höfdastrand í útnyrðingspartinum av Íslandi hósdagin. 

 

Sambært íslendsku myndugleikunum var hvítabjørnin væl fyri, og hon vigaði millum 150 og 200 kilo. Hon er nú flutt til Reykjavíkar, har hon verður kannað nærri.

 

Íslendska ríkisútvarpið visti í gjár at siga, at fleiri ísflakar eru sæddir á havinum út fyri íslendsku strendurnar seinastu tíðina.