Amerikanska konsulatið vendi sær til grønlendskar flokkar

Amerikanska konsulátið vil hoyra um, hvat grønlendskir flokkar raðfesta fyri næstu stjórn, skrivar Politiken.

Val verður til grønlendska landstingið, Inatsisartut, í morgin. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Amerikanska konsulátið í Nuuk vendi sær til allar flokkar í Grønlandi og bjóðaði teimum á fund nakrar vikur undan valinum.

Tað upplýsir Politiken, sum hevur sæð boðini frá konsulátinum.

Sambært blaðnum stendur í kanningini, at amerikanska konsulatið vil hoyra um "prioritetirnar hjá grønlendsku flokkunum fyri næstu stjórn, eisini sambandið við USA".

 

- Vit vilja fegin verða vertur tygara á konsulátinum ella koma á skrivstovu tykkara. Vit venda okkum til allar politiskar flokkar fyri at geva avgerðartakarunum í Washington eina nágreiniligari fatan av politiska landslagnum í Grønlandi, stendur í innbjóðingini frá konsulátinum, sambært Politiken.

Innbjóðingin varð send út 21. februar og er bæði skrivað á grønlendskum, donskum og enskum.

Bæði Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit, og Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Atassut, síggja áheitanina sum eina roynd hjá USA at ávirka grønlendska valið, skrivar Politiken.

Valið til grønlendska landstingið, Inatsisartut, verður í morgin 11. mars.

Síðani desember hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir víst á ynski um at fáa Grønland á amerikanskum hondum.

Tað ynskið varð endurtikið í síðstu viku, tá Trump helt sína fyrstu røðu fyri kongressini. Her segði forsetin, at USA hevur brúk fyri oynni av orsøkum til tjóðar- og altjóða trygd.

- Eg haldi, at vit fara at fáa tað (Grønland, red.). - Á ein ella annan hátt fara vit at fáa tað, segði Trump í røðuni.

Seinast boðaði Trump frá, at USA er til reiðar at gera íløgur fyri milliardir í Grønlandi og gera grønlendingar ríkar. Hetta skrivaði hann á sínum sosiala miðli, Truth Social, mánakvøldið.

Sama dag segði grønlendski forsætisráðharrin, Múte B. Egede, í samrøðu við DR, at amerikanski forsetin ikki hevur viðgjørt grønlendingar við tí virðing, sum fólkið hevur uppiborið.

- Tað, sum hendir í heiminum beint nú, fær meg rættiliga at stúra. Tað, sum vit síggja, er ein heimsskipan, sum viknar á nógvum frontum, og kanska ein forseti í USA, sum er sera ótilrokniligur á ein hátt, sum ger, at fólk kenna seg ótrygg, sigur hann við DR.

Samstundis legði Múte B. Egede enn einaferð dent á, at Grønland hoyrir til grønlendingar.

 

/Ritzau/

 

Val verður til grønlendska landstingið, Inatsisartut, í morgin. (Arkivmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix