Í dag er fundur millum Ukraina og USA í Jeddah í Saudia Arabia.
Sambært ráðgevanum hjá ukrainska forsetanum, sum kallast Andriy Yermak, er fundurin byrjaður konstruktivur.
- Fundurin er byrjaður ógvuliga konstruktivur, og vit arbeiða, skrivar ráðgevin á X, fyrrverandi Twitter.
Tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur ráðgevan hjá Volodymyr Zelenskyj, forseta.
Í gjár frættist eisini, at ukrainski forsetin er komin til Saudi Arabia.