Geza fekk í kvøld sína debut í enskum fótbólti

Nýggi landsliðsleikarin fekk loksins spælitíð í Grimsby

Nýklakti landsliðsleikarin, David Geza Turi fekk sína debut fyri Grimsby í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Geza var við frá dystarbyrjan, og hann fekk 60 minuttir á vøllinum, tá Grimsby á heimavølli á Blundell Park leikvøllinum tók móti Notts County.

 

Notts County vann dystin 2-0. Fyrra málið var skotið tríggjar minuttir áðrenn Geza var skiftur út. Móti dystarenda staðfesti Notts County sigurin.

 

6.270 áskoðarar vóru til dystin, ið er eitt pent tal til ein dyst mitt í viku í fjórðbestu deildini.

 

Geza fekk karakterin 7,3 (av 10 møguligum) frá Soccerstand, ið var hægsti karakterurin, ið ein spælari í Grimsby fekk í dystinum.

 

Grimsby er nummar átta í deildini við 56 stigum. Teir eru bert ein verri málmun frá Crewe Aleksandra, ið er nummar sjey.

 

Nummar eitt til trý flyta beinleiðis upp í triðbestu deildina, og nummar fýra til sjey spæla uppflytingardystir. 

 

Grimsby hevur seks stig upp til Doncaster, ið er triðfremst í deildini við 62 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Grimsby heimadyst móti Salford.

 

##med2##