Kvinnur og menn um at slíta høvdið av hvør øðrum

Kjakið millum tónleikakvinnur og tónleikamenn á Facebook gongur hart fyri seg

Fyrst var tað Terji Rasmussen í Nólsoy, sum gjørdist so sintur um eina viðmerking frá tónleikakvinnu um eitthvørt, sum annar útvarpsverturin í seinnapartssendingini í Kringvarpinum fríggjdagin skuldi hava sagt um kvinnutiltak.

 

Terji Rasmussen gjørdi ikki matari, enn at hann avlýsti eina konsert við Sway, Daniu Tausen og Jazzygold í Maggies.

 

Tað kunngjørdi hann á Facebook soleiðis: Vil við hesum boða frá, at konsertirnar við Sway, Daniu Tausen og Jazzygold í Maggies eru avlýstar.

 

”So kunnu betong feministarnir siga, hvat tær vilja. Men tað verður ikki broytt. Og eg fari ikki í dialog við nakran um tað. Man pissar ikki á mínar vinir. So er tann søgan ikki longri. Góðan kvinnudag til tykkum allar!”

 

Dimmalætting skrivaði um málið í gjár.

 

Men síðani hevur verið kjakast dúgliga á Facebook. Í dag takkar Kim Hansen soleiðis fyri eina 30 ára gamla video, sum er løgd á Facebook, har Kim Hansen er í hernaðarbúna til Prix Føroyar í 1995:

 

Takk fyri Jasmin ella Jazzygold.

 

Tað er bara at blíva við at grava veitir. Til tín upplýsning, so var tað onkur sum klædnastøðingur sum klæddi okkum til Prix Føroyar í 1995, men eingin visti av, at tað var ein slíkur búni fyrr enn onkur viðmerkti tað nakað áðrenn hatta brotið.

 

Tað er óiva gleðiligt fyri teg, at kunna við hesum ákæra meg at verða nazist og allarhelst eisini rasist.

 

Nú tá eg veit hvar eg havi teg - tað nakað annað tygum vilja klændrast um?

 

Lesið eisini:Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

 

Lesið eisini: Terji Rasmussen avlýsir kvinnukonsertir