Framløgudagurin verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 21. mars 2025, og byrjar kl. 09.00 við kaffi og onkrum undir tonnina.
Kl. 09.30 fer Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, at bjóða vælkomin.
Síðani verður stutt greitt frá fiskivinnuroyndum, og restina av degnum vera styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.
Á middegi er ábit við ymiskum fiskarættum.
Tiltakið er mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum, íroknað fólk frá umsitingini og vinnunevnd Løgtingsins.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til (ábit og kaffi), so vit frammanundan vita, hvussu nógv koma. Plássið er avmarkað, í mesta lagi 100 fólk kunnu luttaka.
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 18. mars 2025 klokkan 12:00 við at trýsta á hetta leinkið: Her sæst eisini skráin fyri dagin.