Tann 10. apríl verður Precision Medicine Symposium hildið í Føroyum. Tað eru Steno Miðstøðin og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri. Precision Medicine verður nevnt persónlagað viðgerð á føroyskum, og í stuttum snýr tað seg um at veita røttu og rættstundis viðgerðina til tann einstaka, hetta skrivar Sjúkrahúsverkið.
Symposiið hevur til endamáls at økja um vitanina við at savna fremstu serfrøðingar at umrøða nýggjastu framstigini og nýhugsanina innan persónlagaða viðgerð. Tríggir fyrilestrahaldarar fara at greiða frá sínum sjónarmiðum um persónlagaða viðgerð innan heilsugransking og á heilsuøkinum. Tey eru Dr. Shivani Misra, serlækni og granskari á Imperial College í London, Torben Hansen, serlækni og professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavnm og Bogi Eliasen, Director of Health á Copenhagen Institute for Future Studies í Keypmannahavn. Eisini verður kjak og møguleiki at deila vitan og royndir.
Symposiið er frá kl. 12:00 - 17:00 í hølum hjá Fróðskaparsetur Føroya í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Tórshavn.
Tiltakið verður á enskum, og ábit verður at fáa. Luttøka er ókeypis, men tilmelding krevst.
Melda til við at senda ein teldupost til: steno@ls.fo og upplýs navn og starvsstað.
Freistin at melda til er 19. mars 2025.