Tað er proppfult í høllini við Tjarnir

Spaniumenninir, sum dømdu HM finaluna fyrr í ár, halda skil á fyrsta týdningarmikla dystinum í høllini við Tjarnir

Nú klokkan 19 er fyrsta bríksl við Tjarnir. Talan er um søguligan dyst, og talan er um stórdyst.

 

Niðurlond eru mótstøðuliðið. Um tað eydnast Føroyum at vinna, so verður møguleikin hjá Føroyum at vinna seg í EM endaspælið stórur. EM endaspælið verður eftir ársskiftið í Norra, Svøríki og Danmark, og tað er greitt, at um tað eydnast Føroyum at vinna seg í endaspælið, so verður Føroyar í bólkinum, sum fer at spæla í Norra, har tað er greitt, at Norra verður eitt av mótstøðuliðunum.

 

Tað eru fleiri enn 3000 áskoðarar í høllini, og nú syngja teir tjóðsangin.

 

Dómararnir eru úr Spania. Talan er um tveir av heimsins bestu dómarum. Teir eru Garcia og Marin.