Ólavur Mikkelsen saman við tekniska stjóranum í FSF, Pæturi Smith Clementsen - Mynd: Hans Erik Danielsen

Ólavur skal stjórna U21 landsliðnum

FSF og Ólavur Mikkelsen hava gjørt avtalu, ið inniber, at 33 ára gamli strandingurin verður venjari hjá U21 landsliðnum komandi tvey árini

 

Ólavur Mikkelsen saman við tekniska stjóranum í FSF, Pæturi Smith Clementsen - Mynd: Hans Erik Danielsen

– Hetta er ein stór uppgáva, men eg eri ótrúliga glaður fyri møguleikan og síggi við spenningi fram ímóti at koma í gongd.

 

Tað sigur Ólavur Mikkelsen, nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum. 33 ára gamli strandingurin, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur á Skála, byrjar í starvinum komandi mánadag, og gevst tá sum hjálparvenjari í Víkingi.

 

– Eg vil samstundis takka Víkingi fyri tíðina í Sarpugerði, sum hevur verið sera lærurík. Nú stendur so eitt nýtt kapittul fyri framman. Ætlanin er at hava fyrstu venjingarnar í næstu viku, sigur Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í komandi EM undankapping, sum byrjar í summar, er føroyska U21 landsliðið í bólki saman við Estlandi, Íslandi, Luksemborg, Sveis og Frankaríki. Føroyar byrja á heimavølli leygardagin 7. juni, tá Estland kemur á vitjan.

 

Ólavur Mikkelsen saman við tekniska stjóranum í FSF, Pæturi Smith Clementsen - Mynd: Hans Erik Danielsen