Formaðurin í Siumut leggur frá sær eftir valtapið

Erik Jensen hevur lagt frá sær sum formaður í Siumut. Nýggi formaðurin er fyrrverandi næstformaðurin Vivian Motzfeldt.

Formaðurin í Siumut, Erik Jensen, tá han atkvøddi í Nuuk á valinum í gjár til grønlendska tjóðartingið. - Mynd: Odd Andersen/Ritzau Scanpix

Formaðurin í grønlendska flokkinum Siumut, Erik Jensen, tók í dag avleiðingarnar av valtapinum hjá flokkinum í gjár á valinum til Inatsisartut, grønlendska tjóðartingið.

Hann hevur boðað starvsnevnd floksins frá, at hann leggur frá sær sum formaður. Tað upplýsir Siumut í tíðindaskrivi, sum er sent Ritzau.

Nevndin hevur samstundis valt Vivian Motzfeldt til nýggja forkvinnu. Hon var varaforkvinna áður.

Á valinum til Inatsisartut fekk Siumut, sum hevur sitið við valdið í Grønlandi í nógv ár, 14,7 prosent av atkvøðunum. Hetta var bara helmigurin í mun til valúrslitið í 2021.

Tey 14,7 prosentini vóru nóg mikið til fýra sessir, og harvið er Siumut fjórðstørsti flokkur í Grønlandi nú.

Bæði Erik Jensen og Vivian Motzfeldt vórðu vald í Inatsisartut. Tey fingu ávikavist 645 og 247 persónligar atkvøður.

Erik Jensen hevur verið formaður í Siumut síðani 2020, tá hann vann á táverandi formanninum, Kim Kielsen, í einum umstríddum vali um sessin.

Í núverandi stjórn, sum er mannað við Inuit Ataqatigiit (IA) og Siumut, situr Erik Jensen sum fíggjar- og skattamálaráðharri.

Vivian Motzfeldt er sjálvstýris- og uttanríkisráðharri.

Spurningurin er tó, um tey bæði framhaldandi verða ráðharrar, tá nýtt landsstýrið verður skipað í Grønlandi. Vinnarin av valinum í gjár, Demokraatit, hevur nú samráðingarrttin til at skipa nýggja stjórn.

 

/Ritzau/

 

Formaðurin í Siumut, Erik Jensen, tá han atkvøddi í Nuuk á valinum í gjár til grønlendska tjóðartingið. - Mynd: Odd Andersen/Ritzau Scanpix