Champions League: PSG sendi Liverpool út aftaná brotssparkskapping

FC Barcelona, Inter Milan og Bayern München vunnu seg lættliga víðari til fjórðingsfinalurnar

FC Barcelona, Inter Milan, Bayern München og Paris Saint Germain hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. 

 

FC Barcelona, Inter Milan, Bayern München vunnu greiðar samanlagdar sigrar, meðan Paris Saint Germain mátti ígjøgnum longda leiktíð og brotssparkskapping móti Liverpool á Anfield.

 

Úrslitini og málskjúttar:

 

Barcelona-Benfica 3-1 (3-1) - Barcelona vann samanlagt 4-1.

1-0 Raphinha ('11 )

1-1 Nicolas Otamendi ('13 )

2-1 Lamine Yamal ('27 )

3-1 Raphinha ('42 )

 

Bayer Leverkusen-Bayern München 0-2 (0-0) - Bayern vann samanlagt 5-0.

0-1 Harry Kane ('52 )

0-2 Alphonso Davies ('71 )

 

Inter Milan-Feyenoord 2-1 (1-1) - Inter vann samanlagt 4-1.

1-0 Marcus Thuram ('8 )

1-1 Jakub Moder, br. ('42 )

2-1 Hakan Calhanoglu, br- ('51 )

 

Liverpool-Paris Saint Germain 0-1 (0-1) - samanlagt 1-1. 

 

0-1 Ousmane Dembele ('12 )

 

PSG vann brotssparkskappingina 4-1. PSG skoraði upp á fýra av fýra møguligum brotsspørkum. Bara Mohammed Salah skoraði fyri Liverpool. Italski EM-vinnarin, Gianluigi Donnarumma bjargaði brotsspørkunum hjá Darwin Nunez og Curt­is Jo­nes.

 

Bayern München og Inter Milan møtast í fjórðingsfinalunum 8. apríl og 15. apríl.