Andrias Edmundsson skiftir til Wisla Plock

Andrias Edmundsson fer nú at royna seg í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini

Verjuskansin, Andrias Edmundsson skiftir triðbestu pólsku deildina út við næstbestu pólsku deildina.

 

Wisla Plock kunngjørdi ígjár, at Andrias Edmundsson hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við møguleika at leingja hann.

 

Í triðbestu deildini vóru Andrias og liðfelagarnir í Chojniczanka ov stuttir at vinna uppflyting til næstbestu deildina, men nú er Andrias so fluttur upp eina deild.