Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í mai

Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn árið fyri. Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum, og Sandoyar øki hevur minsta arbeiðsloysi.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

 

Í mai var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er 0,1 prosent lægri samanborið við sama mánað í fjør.

 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.

 

Í mai vóru 286 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 11 færri enn árið fyri. 354 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 15 fleiri enn árið fyri. Hetta merkir at fleiri fólk vóru arbeiðsleys í mai í ár, men tey vóru ikki arbeiðsleys líka leingi í mánaðinum, sum árið fyri. 

 

Í mai vóru 132 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 15 færri samanborið við í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 105, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri. 

 

222 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 30 fleiri enn í mai í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,1 prosent við 181 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við sama mánað árið fyri.

 

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í mai var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,5 prosentum. Tað er tó 0,4 prosentstig hægri enn mai í fjør. Størsta arbeiðsloysið í mai var í Suðuroyar øki við 2,2 prosentum. Hetta er 0,5 prosentstig lægri enn í fjør.  

 

Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

 

Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,3 prosentum. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 55 til 66 ár við 0,7 prosentum. Arbeiðsloysið í báðum bólkum er tað sama sum í mai í fjør.

 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leigi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, knapt 31 prosent ella 141 persónar, av teimum arbeiðsleysu í mai høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar. 

 

Í mai vóru 46 persónar ella góð 11 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Tólv persónar fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í mai samanborið við sama mánað í fjør. Tá var teirra býti av teimum arbeiðsleysu smá 9 prosent. 

 

 

Arbeiðsloysi sum hugtak

 

Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. 

 

Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?

 

Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.

 

Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.

 

 

Grafar o. a. sæst her