Copa America: Argentina vann og Messi setti met

Argentina vann greitt í í setanardystinum í Copa America

Mynd: Scanpix

Í nátt føroyska tíð spældu Argentina og Kanada setanardyst í Copa America frammanfyri 71.000 áskoðarum á Mercedes Benz leikvøllinum í Georgia í USA.

 

Argentina vann ein sannførandi 2-0 sigur. Julian Alvarez legði Argentina á odda í 49. minutti, og stutt áðrenn dystarenda økti Lautaro Martinez til 2-0 aftaná eitt gott upplegg frá Lionel Messi.

 

Við hesum dystinum hevur Lionel Messi sett met. Hann er fyrsti leikarin í søguni, ið hevur spælt 35 dystir í Copa America kappingini.

 

Argentina, ið er verandi Copa America meistari er í innleiðandi bólki A, har hini liðini umframt Kanada eru Peru og Chile.

 

Mynd: Scanpix