Astrið Breckmann tók sæti í Tórshavnar Býráð í dag

Á býráðsfundinum í dag tók Astrið Breckmann á fyrsta sinni sæti sum varafólk í býráðnum.

Astrið Breckmann stillaði upp fyri Fólkaflokkin til seinasta býráðsval, og hon gjørdist nummar trý á listanum við 227 atkøvðum, 9 færri enn Birgir Nielsen, sum varð valdur í seinna sessin hjá Fólkaflokkinum.

Í dag tók 42 ára gamla Astrið Breckmann sæti í Tórshavnar býráð, tí at Birgir Nielsen var burturstaddur.