Parkeringsøkið frammanfyri Ráðhúsið stongir kl. 12.00.
Frá kl. 14.00 verður Áarvegurin og gongugøtan, frá Sverrisgøtu oman á Vaglið stongd. Eisini verða Mylnugøta og niðasti partur av Tinghúsveginum stongdur.
Frá kl. 15.30 til 17.30 verða Áarvegurin og Havnagøtu til rundkoyringina úti við Skansan, og vegurin Yviri við Strond, frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin stongd.
Frá kl. 14.00 til 17.00 verður Tórsgøta og Undir Bryggjubakka stongd, skrivar torshavn.fo.