VIDEO: Soleiðis vann Füchse Berlin á Aalborg í Champions League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Füchse Berlin-Aalborg 37-29 (14-15)

Hákun West av Teigum ímóti danska landsliðsmálmanninum, Niklas Landin. Mynd: Andreas Gora/AP/Ritzau Scanpix

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu sær eitt gott útgangsstøðið í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League.

 

Í Max Schmelling høllini vann Füchse Berlin greiðan 37-29 sigur á danska stórliðnum, Aalborg. Í steðginum var Aalborg annars á odda 15-14. 

 

Hákun skoraði sjey mál. 

 

Returdysturin verður leiktur í Aalborg komandi týsdag klokkan 17.45.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum frá Eurohandball:

 

##med2##

 

Hákun West av Teigum ímóti danska landsliðsmálmanninum, Niklas Landin. Mynd: Andreas Gora/AP/Ritzau Scanpix