Tað hevur verið siðvenja síðani flaggdagin í 1992, at ellisakfør koyra raðkoyring og verða sýnd fram í miðbýnum í Havn.
Fyrstu árini var tað í sjálvum gamla kommunuskúlagarðinum, men tað gjørdist heldur ólagaligt saman við renningini hjá Bragdinum og sjálvum flaggdagshaldinum. Seinnu árini hava ellisaførini verið sýnd fram í Tórsgøtu í í Vágsbotni.
Felagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í februar í 1992, og til flaggdagin hetta árið varð skipað fyri fyrstu raðkoyringini, sum hevur verið fastur táttur síðani tá.
Ellisakførini møta uttan fyri felagshølini hjá Ellisakførum yvir við Strond 22 klokkan 13. Haðani verður so koyrt ein túr í raðkoyring gjøgnum býin, fyri síðani at enda niðri í Tórsgøtu og í Vágsbotni, har akførini verða sýnd fram undir flaggdagshaldinum.
##med2##