Fimm av seks dømdir drúgvar fongsulsrevsingar

Ein var fríkendur og fimm vórðu dømdir í stóra rúsevnamálinum, sum hevur verið fyri í Føroya Rætti – sum hevur hildið til í hølum í høllini við Tjarnir seinastu vikuna

Seks mans vóru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kg av hassji til Føroya og 800 gram av hassjolju og eisini roynt at hvítvaska 1,3 milliónir krónur, sum tollarar funnu í einum bili, sum var á veg umborð á Norrønu í oktober í fjør.

Sambært Kringvarpinum ljóðar dómurin, at tann eini maðurin skuldi frídømast. Og tað var maður, sum var í danska bilinum, har pengarnir vórðu funnir. Hinir fimm vórðu funnir sekir. Tveir fyri hvítvasking og tveir hava hava við hassjið at gera. Hin fimti varð funnin sekur í at hava roynt at seljt 200 gram av amfetamini í Føroyum, og tað fekk ein eitt ára fongsul og fýra mánaðir fyri.

Tveir báðir, sum høvdu grivið hassjið niður í bønum í Kirkjubø fingu 2 ár og tveir mánaða fongsulsrevsing. Maðurin, sum sigldi hassjið til Føroya við seglbátinum, fekk eitt ár og eitt ár og tíggju mánaðir fongsulsrevsing. 

Maðurin sum átti bilin við pengunum, fekk tvey ár og átta mánaðir fongsulsrevsing. 

Tríggir av teimum dømdu tóku við dóminum, meðan tveir vildu umhugsa at kæra dómin fyri landsrættin.