Milliardingurin Elon Musk fer í mai at siga seg úr arbeiðinum hjá Donald Trump, forseta, fyri at leggja dent á elbilaframleiðaran Tesla.
Tað siga tíðindastovurnar AFP og Reuters frá.
Elon Musk hevur ein framstandandi leiklut sum ráðgevi og leiðandi persónur í nýstovnaða Department of Government Efficiency (DoGE) í USA, sum hevur sett í verk stórar samveldissparingar seinastu tríggjar mánaðirnar.
- Tað verður helst í næsta mánaði. Tíðin, sum eg brúki uppá Doge, fer at minka munandi, sigur Elon Musk, sambært AFP.
Fráboðanin kom í eini samrøðu við íleggjarar, eftir at Tesla í gjár legði fram ársfjórðingsúrslit, sum vístu, at inntøkurnar í ársins fyrsta ársfjórðingi vóru minkaðar við níggju prosentum.
Arbeiðið at finna sparingar hevur elvt til harðskap millum nógv og elvt til mótmælisgongur ímóti honum.
Sølan í Danmark fyrsta ársfjórðing var meira enn helvtin í mun til árið fyri – og tann lítla sølan í Føroyum er minkað við 70 prosentum ársins fyrstu mánaðir í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Fram til amerikanska forsetavalstríðið í fjør var Musk best kendur fyri at stovna Tesla, keypa X - fyrrverandi Twitter - og fyri rúmdarfyritøkuna SpaceX.
Undir valstríðnum í USA lýsti hann sítt politiska tilknýti og sá út til at vera ein sterkur stuðul hjá republikanska Donald Trump.
Musk lovaði Trump, at hann kundi finna stórar sparingar og endaði sum ein leiðandi persónur í Doge.
Mandatið hjá ríkmanninum sum serstakt starvsfólk hjá amerikansku stjórnini gongur í 130 dagar, skrivar Reuters. Hetta merkir, at mandatið gongur út síðst í mai.
Fyrr í apríl segði varaforsetin í USA, J.D. Vance, at Doge heldur fram, tá Musk ikki er til longur.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##