Danska vikublaðið Femina, sum gavst sum prentmiðil í byrjanini av 2024, er verður endurreist á prenti aftur.
Tað sigur ábyrgdarblaðstjórin á Femina, Anne Wittorff Rusbjerg, í samrøðu við Politiken.
Ábyrgdarblaðstjórin kallar tað "eitt mistak", at miðilin valdi at gevast við at prenta blaðið og einans koma út einans talgilt.
Femina verður endurútgivið á prenti fyri fyrstu ferð 8. mai. Sambært Politiken er Femina elsta vikublað í Danmark.
Ábyrgdarblaðstjórin sigur við miðilin, at tað í stóran mun eru egnu lesarar hjá Femina, sum hava fingið miðlahúsið at viðurkenna, at tað at steingja pappírsútgávuna var skeiva avgerðin.
- Síðani vit stongdu prentblað okkara, hava vit fingið nógvar fyrispurningar. Lesarar hava verið sera greiðir um teirra kærleika til at lesa Femina á prenti, og eg var faktiskt ovfarin av sterku reaktiónunum, sigur Anne Wittorff Rusbjerg við Politiken.
Endaliga avgerðin um at geva Femina út á prenti tók norðurlendska leiðslan í Aller Media.
Tað var í sambandi við eitt uppsagnarumfar við árslok 2023, at Aller Media valdi at steingja eina røð av prentbløðum - eitt nú Femina - og fokusera á talgilda marknaðin.
Her varð kunngjørt, at seinasta prentaða útgávan av Femina skuldi koma út í februar 2024.
Í sambandi við uppsagnarumfarið vórðu 34 starvsfólk hjá Aller Media uppsøgd tá, og hetta rakti bæði redaktións- og handilsdeildina.
Umleið hálvt ár seinni - í juni 2024 - mátti Aller Media enn einaferð skera inn á bein. 32 starvsfólk afturat mistu arbeiðið sum liður í eini umskipan.
Fleiri mátingar hava víst, at lesaratølini sum heild minka fyri prentbløð.
/Ritzau/