Ein grønlendskur trolari sigldi í fleiri tímar í gjár fyri at hjálpa tveimum fólkum í einari jollu, sum hevði siglt seg fasta í ísinum.
In.fo hevur fingið sendandi viðheftu mynd av hendingini, og hetta er jollan, sum talan er um.
Siglandi føroyingar gera ikki nógv burtur úr sær sjálvum og sínum avrikum - heldur ikki, tá teir rætta eina hjálpandi hond á havinum.
Sambært Sermitsiaq var tað náttina til sunnudagin, at avvarðandi hjá teimum í jolluni settu seg í samband við løgregluna.
Tvey fólk vóru farin til útróðrar leygardagin, men endaðu føst í ísinum einari 10 fjórðingar í ein útnyrðing úr Sisimiut.
Grønlendska kringvarpið visti at siga, at tey í jolluni ikki ynsktu at fara úr bátinum, men heldur vildu bíða eftir betri streym-og veðurlíkindum.
Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Carl Sværd, visti fyrrapartin í dag at siga við Sermitsiaq, at ein trolari í gjár kom teimum báðum í jolluni til hjálpar.
- Veðrið hjá teimum, sum sótu fastir í ísinum, var ikki vorðið betri. Ein trolari sigldi tískil í tríggjar tímar til jolluna fyri at bjarga teimum úr trupulleikunum.
Carl Sværd sigur við Sermitsiaq, at tá trolarin kom á leiðina, slóðaði skipið fyri einari siglingarleið í ísinum, soleiðis at fólkini í jolluni kundu sigla heimaftur.